HB er ikki longur aftast

1. DEILD: HB brotsspark endaði við óbeinleiðis frísparki til NSÍ

Fyrsti dystur í 15. umfari í næstbestu deildini var í Runavík í gjárkvøldið. NSÍ hevði vitjan av HB, sum var aftast við seks stigum, meðan NSÍ var á fimta plássi við 21 stigum.

 

HB vann 3-1 og fór harvið aftur í tunnilin við níggju stigum og níggjunda plássi. Tað eru tvey stig aftur til FC Hoyvík og fimm stig fram til KÍ, sum er á áttanda plássi.

 

Hálvleiksstøðan var 1-1.

 

Dánjal Reginsson legði við ársins fyrsta máli HB á odda, tá ið eitt korter var farið, og tríggjar minuttir seinni javnaði Jógvan Højgaard til 1-1. Hetta var triðja málið hjá honum í ár.

 

Níggju minuttir eftir steðgin misnýtti HB brotsspark. Sambært FaroeSoccer gekk tað soleiðis fyri seg: Dánjal glíður og endar við at nerta bóltin aftur, og tað er óbeinleiðis fríspark fyri at spæla bóltin tvær ferðir.

 

18 ára gamli Rúnar Dam legði HB framum aftur í 64. minutti. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at hann var málskjútti í 1. deild. Tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti Djóni Samuelsen 3-1 HB sigurin. Hetta var aðru ferð í ár, at hann var málskjútti í næstbestu deildini.

 

Tveir dystir vera í kvøld:

 

Víkingur – B71 kl. 19.00 og AB – KÍ kl. 18.00.

 

Tveir dystir vera í morgin:

 

FC – Hoyvík – TB kl. 13.00 og FC Suðuroy – B36 kl. 13.00.

 

B36 er ósigrað topplið við 30 stigum. TB, sum sunnudagin vann 3-1 heimasigur ímóti AB, og FC Suðuroy eru á uppflytingarplássum við 24 stigum.