Havnar Bóltfelag skrivar í dag á heimasíðu síni, at gamal kenningur er aftur í felagnum. Talan er um 18 ára gamla Leivur Fossdal Guttesen, sum hevur undirskrivað tvey ára sáttmála við HB.
Leivur F. Guttesen spældi við HB fram til 2018, tá ið hann fór til Danmarkar at royna seg í SønderjyskE, sum eigur heimavøll í Haderslev, og sum er umboðað í superliguni.
Nú hevur ungi maðurin gjørt av aftur at umboða barndómsfelagið:
-Hetta er ungur og spennandi spælari, at sum nú fáa heim aftur. Hann hevur fingið góða fótbóltsuppaling í superligufelag, og nú fara vit at hjálpa honum at mennast uppaftur meiri, sigur HB venjarin Jens Berthel Askou við hb.fo.
Leivur F. Guttesen er framrættaður spælari, og hann hevur umboðað Føroyar á U-15, U-17 og U-19 landsliðunum.