Í kvøld klokkan 19:00 spælir HB fyrra undankappingardystin til Champions League kappingina á Gibraltar. Mótstøðuliðið hjá HB er Lincoln FC, ið seinastu 12 árini á rað, hevur vunnið tí heimligu deildina.
Venjarin hjá HB, Heðin Askham, hevur góðar vónir til dystin, men sigur eisini at mótstøðuliðið hevur fleiri dygdir.
- Tað sum vit vita um mótstøðuliðið, er at teir eru tekniskt væl fyri og eru heldir lágir á vøkstri. Harafturat hava teir 8 landsliðsleikarar á liðnum, har 6 av teimum byrja inni á landsliðnum. Somuleiðis siga okkara keldur her niðri, at teir hava heinta tveir bretskar leikarar inn til hendan dystin.
Sjálvt um HB hevur virðing fyri mótstøðuliðnum, dylir Heðin Askham ikki fyri, at HB fer at leypa á niðri á Gibraltar.
- Útgangsstøðið hjá okkum í dystinum, er at fara niðan eftir móstøðuliðnum. Hetta er møguleikin hjá okkum at koma víðari í Champions League og honum fara vit eftir. Tað krevur nógva konsentratión frá okkara leikarum, men vit fara sjálvsagt eftir at vinna dystin.
Hjá HB mangla tríggir leikarar við fullari vissu. Gunnar Haraldsen, Símun Samuelsen og Christian Mouritsen eru allir tríggir skaddir til dystin í kvøld. Harafturat er Andrew av Fløtum ivasamur, men sum skilst, eru útlit fyri at hann kann koma á vøllin í kvøld.
Dysturin millum Lincoln FC og HB byrjar klokkan 19:00 føroyska tíð.