HB framdi mannfólkaavrik

Víkingur-Skála 5-0, EB/Streymur-ÍF 1-2, B36-B68 3-0, NSÍ-HB 1-2

Eftir trivaliga 3-0 B36 heimasigurin ímóti B68 í Gundadali fyrr í dag var stórt trýst á HB, sum klokkan 17.15 fór á vøllin við Løkin.

Úrslitið var 2-1 til HB eftir framúr intensa og javna uppgerð. 

Sigursmálið skoraði HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Teir í heimaleguni vóru í øðini, tí teir hildu, at málskjúttin var í rangstøðu, tá ið hann skoraði. Men tað var dómarin ikki samdur við teir í.

Sum 2. hálvleikur leið megnaði HB at leggja trýst á. Poul Ingason legði HB framum beinanvegin í 1. hálvleiki. NSÍ liðformaðurin Klæmint A. Olsen javnaði, men so var tað, at Fróði Benjaminsen skoraði sigursmálið og harvið syrgdi fyri, at munurin millum B36 og HB framvegis er fimm stig.

Sunnudagin hittast HB og B36 í Gundadali!

Tað reið góða løtu um snarið i Gundadali, men at enda vann B36 3-0 ímóti B68.

Víkingur legði seg við trivaligum 5-0 sigri á heimavølli ímóti Skála á bronsuplássið. Skálamenn hava framvegis ikki vunnið, nú kappingin er trettan umfør gomul.  

 

17. apríl ella fyri knappliga tveimum mánaðum síðani vann ÍF 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hava fuglfirðingar ikki vunnið í sjey landskappingardystum á rað, men í dag eydnaðist tað.

Í góðveðrinum var ÍF við Margáir, og har eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna á Sundalagsstevnu.

Úrslitið var 2-1, og stóri maðurin hjá ÍF var í dag Dánjal á Lakjuni. Undan steðginum javnaði hann til 1-1, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði lagt heimaliðið framum, og eitt korter undan leikloki skoraði Dánjal á Lakjuni ÍF sigursmálið, eftir at Bartal Eliasen í fyrra umfari eftir horna hevði sent bóltin á tvørtræið.

 

13. umfar

Víkingur-Skála 5-0 (3-0)

1-0: Heðin Hansen

2-0: Hanus Jacobsen

3-0: Súni Olsen

4-0: Súni Olsen

5-0: Magnus Jarnskor

 

EB/Streymur-ÍF 1-2 (1-1)

1-0: Hans Pauli Samuelsen

1-1: Dánjal á Lakjuni

1-2: Dánjal á Lakjuni

 

B36-B68 3-0 (1-0)

1-0: Hanus Thorleifsson

2-0: Róaldur Jakobsen

3-0: Benjamin Heinesen

 

NSÍ-HB 1-2 (0-1)

0-1: Kristin R. Mouritsen

1-1: Klæmint A. Olsen

1-2: Fróði Benjaminsen 

AB-KÍ – í morgin kl. 18.00

 

Støðan

B36 33

HB 28

Víkingur 22

NSÍ 20

EB/Streymur 19

KÍ 16

ÍF 16

B68 9

AB 8

Skála 5

KÍ og AB hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.

 

14. umfar

Leygardagin 21. juni

NSÍ-ÍF

Sunnudagin 22. juni

KÍ-EB/Streymur

B68-Víkingur

Skála-AB

HB-B36

 

 ------

NSÍ-HB 1-2

 

Teit Jacobsen, 16 ára gamal, loysir Símun Samuelsen hjá HB av.

90.+2.) 1-2

NSÍ miðverjin Jens Joensen sær gult fyri aðru ferð, tá ið hann øsir seg ímóti dómaranum, og harvið verður hann rikin av vølli.

 

4 minuttir eru lagdir aftrat.

89) 1-2

Tað ger tað sama, um tað endar 2-1 ella 3-1. NSÍ roynir nú at spenna álopsbogan. Andras Gango er frammarlaga, og miðverjarnir eru heilt frammi, tá ið talan er um deyðbóltsstøður.

Árni Frederiksberg sær gult fyri fríspark.

Haraldur R. Højgaard er komin á vøllin í staðin fyri Jann Martin Mortensen.

 

86) 1-2: Fróði Benjaminsen 85.

Eftir eitt sindur av aftur og fram hevur HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen lagt FM favorittarnar framum 2-1. Hann var púra leysur, tá ið hann royndi ímóti málinum, og teir á heimaliðnum vóru illa nøgdir við, at dómarin ikki bríkslaði fyri rangstøðu.

 

84) 1-1

Fróði Benjaminsen er nú fremsti HB spælarin.

83) 1-1

HB miðverjarnir eru ofta frammarlaga, og tað ber við sær, at málverjin, Teitur M. Gestsson, fleiri ferðir hevur verið eyka aftasti maður.

 

80) 1-1

HB er sera vandamikið í deyðbóltsstøðum. Bæði Jóhan Troest Davidsen og Rógvi S. Holm eru frammarlaga í sambandi við deyðbóltar.

Einar Tróndargjógv hjá NSÍ sær gult fyri fríspark ímóti René S. Joensen.

Meinhard E. Olsen loysir skadda Sjúrð Jacobsen av. Jann Martin Mortensen verður fluttur eitt vet aftur, og Meinhard er nú mest framrættaði miðvallarin hjá NSÍ.

 

77) 1-1

HB hevur ryggin ímóti múrinum í kappingini um oddasessin við grannarnar í B36. Kristin R. Mouritsen er sera ágangandi í álopinum, og Fróði Benjaminsen gongur undan á miðvøllinum.

Talan er um sera gott undirhald.

 

73) 1-1

Tað er heimaliðið, sum hevur takið. HB er á ongan hátt niðurspælt, og harvið er tað ógvuliga tætt og spennandi við Løkin.

 

60) 1-1

Tað er Teiti M. Gestsson fyri at takka, at støðan framvegis er 1-1. Eftir langa sending frá Árna Frederiksberg royndi Klæmint A. Olsen seg við góðum stútara. Teitur M. Getsson bjargaði meistarliga umvegis tvørtræið og til horna.

 

Og lítla løtu seinni var um reppið, at Klæmint skoraði.

 

58) 1-1: Klæmint A. Olsen 58.

So eydnaðist tað NSÍ at javna. Málskjútti var liðformaðurin Klæmint A. Olsen, sum við høvdinum stýrdi bóltin í málið, eftir at Árni Frederiksberg hevði lagt fríspark innfyri.

 

57) 0-1

Poul Ingason er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Tróndur Jensen, sum í gjár spældi 90 minuttir á næstbesta HB liðnum. Nú er Kristin R. Mouritsen fremsti maður hjá HB.

 

 

55) 0-1

Tað eru teir somu 22, sum vóru við frá fyrsta bríksli, ið framvegis eru á vøllinum.

Talan er um tættar støður og nógvar nærdystir, men tað er langt millum málmøguleikarnar.

Poul Ingason hjá HB liggur skaddur á vøllinum.

 

HÁLVLEIKUR

0-1

Hóast NSÍ í eina góða løtu hevur havt bóltin og varðveitt høga leikferð, so hevur talan ikki verið um nógvar upplagdar málmøguleikar. HB er sera væl skipað í verjupartinum, og tað ber við sær, at tað er sjáldan, at Andy Olsen og Árni Frederiksberg fáa møguleika at leggja innfyri.

 

45) 0-1

Fróði Benjaminsen hevur roynt seg við rimmar langskoti, men bólturin brast í liðfelaga hansara Poul Ingason.

 

43) 0-1

NSÍ hevur stórt trýst á HB, men higartil hevur Teitur M. Gestsson hildð tørn.

Fróði Benjaminsen á HB miðvøllinum hevur sæð gult.

 

35) 0-1

Klæmint A. Olsen var tætt við, men eftir innlegg fór stútari omanfyri málið.

Jens Joensen hjá NSÍ hevur sæð gult fyri fríspark.

 

25) 0-1

Tað er ferðmikið í góðveðrinum, og tað gongur skjótt úr øðrum endanum og í hin. HB liðið er eyðkent av, at fleiri av teimum, sum higartil hava verið millum teir fyrstu ellivu, ikki eru við í dag, tí teir eru skaddir. At Levi Hanssen er undir liðini á Fróða Benjaminsen á sentrala miðvøllinum í staðin fyri Heina Vatnsdal kennist ikki at darva HB spælið.

 

20) 0-1

Eftir horna og eitt sindur av aftur og fram eftir horna er Klæmint A. Olsen tætt við at javna, men við stútara sendir hann bóltin upp um málið.

 

15) 0-1: Poul Ingason 7.

Fjórði dysturin í Effo-deildini í dag er í løtuni í Runavík, har líkindini at spæla fótbólt eru av teimum fagrastu. HB hevur lagt seg framum. Málskjútti var Poul Ingason, sum í dag er fremsti maður hjá HB. Eitt sindur innanfyri brotsteigarblettin smekkaði hann bóltn ímálið, eftir at Kristin R. Mouritsen úr høgru hevði lagt innfyri. 

 

NSÍ-HB kl. 17.15

Dómari: Eiler Rasmussen

NSÍ: Andras Gango – Jónhard Frederiksberg, Jens Joensen, Per Langgaard, Einar Tróndargjógv, Magnus H. Olsen, Sjúrður Jacobsen – Árni Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Andy Olsen– Klæmint A. Olsen

HB: Teitur M. Gestsson – Jógvan Rói Davidsen, Jóhan Troest Davidsen, Rógvi S. Holm, Alex José dos Santos - Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen – Kristin R. Mouritsen, René S. Joensen, Símun Samuelsen - - Poul Ingason

 

----

Árstalsfelagið í Gundadali hevur lagt øgiligt trýst á grannarnar í HB. Við 3-0 sigri á B68 hevur B36 lagt seg átta stig framum HB, sum klokkan 17.15 skal spæla ímóti NSÍ í Runavík.

B68 legan iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist at fáa mál. Fyrstu løtuna høvdu toftamenn tveir risa møguleikar, men Tórður Thomsen vardi framúr væl.

Víkingur hevur við trivaligum 5-0 sigri á heimavølli ímóti Skála lagt seg á bronsuplássið. Skálamenn hava framvegis ikki vunnið, nú kappingin er trettan umfør gomul.

Um tað eydnast NSÍ at vinna á HB, so vinnur NSÍ triðja plássið aftur.

 

17. apríl ella fyri knappliga tveimum mánaðum síðani vann ÍF 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Síðani hava fuglfirðingar ikki vunnið í sjey landskappingardystum á rað, men í dag eydnaðist tað.

Í góðveðrinum var ÍF við Margáir, og har eydnaðist tað fuglfirðingum at vinna á Sundalagsstevnu.

Úrslitið var 2-1, og stóri maðurin hjá ÍF var í dag Dánjal á Lakjuni. Undan steðginum javnaði hann til 1-1, eftir at Hans Pauli Samuelsen hevði lagt heimaliðið framum, og eitt korter undan leikloki skoraði Dánjal á Lakjuni ÍF sigursmálið, eftir at Bartal Eliasen í fyrra umfari eftir horna hevði sent bóltin á tvørtræið.

 

13. umfar

Víkingur-Skála 5-0 (3-0)

1-0: Heðin Hansen

2-0: Hanus Jacobsen

3-0: Súni Olsen

4-0: Súni Olsen

5-0: Magnus Jarnskor

 

EB/Streymur-ÍF 1-2 (1-1)

1-0: Hans Pauli Samuelsen

1-1: Dánjal á Lakjuni

1-2: Dánjal á Lakjuni

 

B36-B68 3-0 (1-0)

1-0: Hanus Thorleifsson

2-0: Róaldur Jakobsen

3-0: Benjamin Heinesen

 

NSÍ-HB kl. 17.15

AB-KÍ – í morgin kl. 18.00

 

Støðan

B36 33

HB 25

Víkingur 22

NSÍ 20

EB/Streymur 19

KÍ 16

ÍF 16

B68 9

AB 8

Skála 5

HB, NSÍ, KÍ og AB hava spælt 12 dystir, og hini liðini hava spælt 13 dystir.

 

14. umfar

Leygardagin 21. juni

NSÍ-ÍF

Sunnudagin 22. juni

KÍ-EB/Streymur

B68-Víkingur

Skála-AB

HB-B36

 

---

LIÐUGT

3-0

90) 3-0: Benjamin Heinesen

Innskifti Benjamin Heinesen hevur økt um B36 leiðsluna. Hesa ferð var tað eftir framúr langa sending frá Lukasz Cieslewicz, at Benjamin Heinesen tamdi bóltin og í tveimum royndum fekk bóltin framvið B68 málverjanum Kristiani Joensen.

 

84) 2-0: Róaldur Jakobsen

So kennist tað sum um, at B36 hevur tryggjað sær øll stigini. Hesa ferð átti Adeshina Lawal síðstu avleveringina.

 

72) 1-0

B36 hevur havt fleiri hornaspørk, men talan hevur ikki verið um upplagdar málmøguleikar. Ovi Brim og Jóhan Dávur Højgaard eru stinnir í B68 miðverjuni.

 

67) 1-0

Tað er lív í, hóast talan ikki er um so nógvar málmøguleikar, sum talan var um í 1. hálvleiki. B68 er mest í verjustovu, men tað er vandamikið, tá ið Óli H. Olsen fær bóltin fram í B68 álopið.

Kristian Anton Andreassen hjá B68 hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Adeshina Lawal.

Jákup á Borg er farin av vøllinum, og í hansara stað er komin Rasmus Dan Sørensen.

 

60) 1-0

Hanus Thorleifsson hevur sæð gula kortið fyri at sparka bóltin burtur. Tað er friðarligari nú, enn tað var í 1. hálvleiki.

 

55) 1-0

B36 er leikliga omaná, men B68 er framvegis vandamikið í einstøkum skjótum álopum.

 

46) 1-0

B68 hevur mist Jonleif Højgaard, sum ikki var førur fyri at koma á vøllin aftur eftir steðgin. Í hansara stað er komin Remi Langgaard.

Remi Langgaard hevur verið burturstaddur. Hetta er fyrsta ferðin í ár, at hann er við á besta liðnum í landskappingardysti.

Bjarki Johannesen er farin av vinstra vongverja og fram í álopið, meðan Mads Rosenberg nú er vongverji í vinstru.

 

HÁLVLEIKUR

1-0

45) 1-0

B68 kiks í uppspælinum ber stóran B36 møguleika við sær. Adeshina Lawal og Jákup á Borg átti uppspælið, og Høgni Eysturoy misnýtti úr góðari støðu. Og í næsta álopinum var B68 álopsspælarin Jonleif Højgaard í góðari støðu eftir innlegg frá Andriasi á Líknagøtu, men royndin var ikki nóg neyv.

 

43) 1-0

Bjarki Johannesen hjá B68 hevur sæð gult fyri fríspark ímóti Róaldi Jakobsen.

Alex Mellemgaard royndi seg við frísparki stutt úr málstrikuni í høgru, men bólturin fór dygst omanfyri tvørtræið.

 

37) 1-0

Jonleif Højgaard er komin fyri seg aftur, og við sínum skjótleika eru hann og væl upplagdi Óli H. Olsen støðug hóttan ímóti B36 verjuni.

 

35) 1-0

B36 er framvegis frammanfyri, men toftamenn hava aftur misnýtt sera stóran møguleika. Bjarki Johannesen spældi Óla H. Olsen leysan innanfyri B36 verjuna, og tá ið Óli royndi seg úr góðari støðu, stórbjargaði Tórður Thomsen í B36 málinum.

 

Jonleif Højgaard í B68 álopinum, sum hevur verið støðug hóttan, liggur á vøllinum. Tað sær út til, at hann er noyddur at fara av vøllinum.

 

30) 1-0

Tað er sera undirhaldandi í Gundadali. B36 er omaná, og tað nógva gongur fyri seg á B68 hálvuni. Kortini kennist B68 alla tíðina at vera vandamikið. Jonleif Højgaard og Óli H. Olsen eru skjótir, og tað kemur fyri, at teir seta B36 verjuna undir trýst.

 

20) 1-0: Hanus Thorleifsson 18.

So hevur B36 fingið hol á. Upphavið var í høgru, har Høgni Eysturoy sneiddi seg væl inn í brotsteigin, áðrenn hann sendi flatt inn í málteigin, har Hanus Thorleifsson stýrdi bóltin  í málið.

 

15) 0-0

Eftir risa møguleikan, sum Hákun Edmundsson hevði tíðliga í 1. hálvleiki, hevur B36 tvær ferðir havt bóltin á træverkinum aftanfyri Kristian Joensen í B68 málinum, og Adeshina Lawal hevur eisini havt góða roynd.

 

5) 0-0

B68 hevur misnýtt risa møguleika. Eftir langa frísparksframlegging og temjing frá Óla H. Olsen var Hákun Edmundsson púra blankur úr 10 metrum, men Tóður Thomsen bjargaði. 

 

1) 0-0

 

B36-B68 kl. 15.00

Dómari: Dagfinn Forná

B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham, Andrias Eriksen, Alex Mellemgaard – Róaldur Jakobsen, Klæmint Matras – Jákup á Borg, Lukasz Cieslewicz, Hanus Thorleifsson  - Adeshina Lawal

B68: Kristian Joensen – Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen – Andrias á Líknagøtu, Hákun Edmundsson, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg – Jonleif Højgaard, Óli H. Olsen

 

----

 

LIÐUGT

1-2

90) 1-2

EB/Streymur pressaði síðstu løtuna, men Jákup Mikkelsen var brandur í málinum, og ÍF vann trý kærkomin stig.

 

75) 1-2: Dánjal á Lakjuni

ÍF er nú á odda við Margáir. Bartal Eliasen sendi við høvdinum bóltin á tvørtræið eftir horna, og Dánjal á Lakjuni setti returbóltin í málið.

Arnbjørn Hansen er komin inn á heimaliðið í staðin fyri Leif Niclasen.

 

60) 1-1

ÍF vann fyrr í ár sannførandi 3-0 sigur á heimavølli ímóti EB/Streym. ÍF er leikliga í hvussu so er á sama støði sum heimaliðið.

Ari Ó. Ellingsgaard er komin inn í staðin fyri Jan Ó. Ellingsgaard, sum fór skaddur av vøllinum.

 

HÁLVLEIKUR

1-1

45) 1-1

Eftir at EB/Streymur fyrstu løtuna var omaná, hevur tað síðstu løtuna verið javnt og tætt. Jákup Mikkelsen, sum aftur  er í ÍF málinum, bjargaði meistarliga, tá ið Gunnar Zachariasen royndi seg.

 

38) 1-1

Eftir at fuglfirðingar javnaðu, eru teir komnir fyri seg. ÍF er komið væl betri við, og nú er spælbýtið javnt.

 

20) 1-1: Dánjal á Lakjuni

So er javnt við Margáir. Eftir innlegg úr vinstru frá Nenad Saric hevur Dánjal á Lakjuni, sum í dag er ytstur á miðvøllinum í høgru, sent bóltin í málið.

 

10) 1-0: Hans Pauli Samuelsen

Heimaliðið hevur lagt seg framum. Eftir hugflogsríkt samanspæl millum Gunnar Zachariasen, sum í dag er fremsti miðvallarin, Leif Niclasen, sum er miðframherji, og Hans Paula Samuelsen, hevur Hans Pauli skorað úr vinstru.

 

Felags fyri bæði liðini, sum hittast við Margáir í dag, er, at tey eru í nógv broyttari útgávu. Hjá heimaliðnum eru lyklaspælararnir Marni Djurhuus, Jónas þór Næs og Arnbjørn Hansen ikki við. Arnbjørn er á beinkinum, og Marni og Jónas eru skaddir. Heilt nýggjur á liðnum er Hanus Olsen, sum er á framrættaðum plássi í høgru, meðan Leif Niclasen er miðframherji.

Hjá ÍF er verjan í nýggjari útgávu: Frank Poulsen á vongverjanum í høgru, meðan Poul N. Mikkelsen og Bartal Eliasen eru í miðverjuni, og Jan Ó. Ellingsgaard, sum hevur verið millum lítið og einki við í ár, er á vongverjanum í vinstru.

Høgni Zachariassen, sum ikki hevur spælt so nógv í ár, er miðvallari í dag.

 

EB/Streymur-ÍF kl. 15.00

Dómari: Rúni Gaardbo

EB/Streymur: René Tórgarð – Gert Hansen, Egil á Bø, Pól Jóhannus Justinussen, Rógvi E. Nielsen – Høgni Madsen, Gunnar Zachariasen, Niels Pauli Danielsen - Hanus Olsen, Leif Niclasen, Hans Pauli Samuelsen

ÍF: Jákup Mikkelsen – Frank Poulsen, Poul N. Mikkelsen, Bartal Eliasen,, Jan Ó. Ellingsgaard – Dánjal á Lakjuni Karl Løkin,  Høgni Zachariassen, Fritleif í Lambanum, Nenad Saric – Clayton Soares

 

----

LIÐUGT

5-0

90) 5-0

80) 5-0: Magnus Jarnskor

Innskifti Magnus Jarnskor hevur økt um heimaleiðsluna eftir gott uppspæl. Skála hevur havt bestu royndina í dag, men bólturin brast í stólpan.

 

 

55) 4-0: Súni Olsen

Eftir framúr sending frá Finni Justinussen hevur Súni Olsen skorað fyri aðru ferð í dag. 4-0 og Víkingur tykist vera á veg ímóti stórsigri.

 

HÁLVLEIKUR

3-0

45) 3-0

Víkingur hevur fult og heilt tamarhald á spælinum.  Skála liðið hevur í dag lagt størri dent á at verja, enn liðið hevur gjørt undanfarnu ferðirnar, tá ið dagsskráin eisini hevur verið at leypa nógv á.

 

40) 3-0: Súni Olsen

So hevur Víkinga liðformaðurin Súni Olsen økt um leiðsluna. Hesa ferð var tað við beinleiðis frísparki eitt veit úr høgru og stutt uttanfyri brotsteigin.

 

30) 2-0

Víkingur hevur tak á spælinum, og tað mesta gongur fyri seg á Skála hálvuni.

 

Heimaliðið er í broyttari útgávu. Hanus Jacobsen er á miðvøllinum í staðin fyri skadda Hans Jørgen Djurhuus. Erling Jacobsen er fluttur úr miðverjuni og á vinstra vongverja, og nýggur í Víkinga miðverjuni er Hjalti Strømsten.

 

25) 2-0: Hanus Jacobsen

Eftir uppspæl í vinstru og innlegg frá Gunnari Vatnhamar, sum ferðaðist heilt í hitt borðið, legði Bárður Hansen innfyri úr høgru. Miðvallarin Hanus Jacobsen sendi bóltin í málið.

 

10) 1-0: Heðin Hansen

Eftir fríspark úr høgru frá Súna Olsn og eitt sindur av aftur og fram datt bólturin fyri føturnar á Heðini Hansen, sum sendi hann í netið.

 

Víkingur-Skála kl. 15.00

Dómari: Páll Augustinussen

Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Hjalti Strømsten, Atli Gregersen, Erling Jacobsen - Súni Olsen, Hanus Jacobsen, Hallur Hansson - Heðin Hansen, Finnur Justinussen, Gunnar Vatnhamar

Skála: Mark Ryutin - Jákup Jacobsen, Petur Pauli Mikkelsen, Uni Jacobsen, Teitur R. Joensen – Edvin Jacobsen, Andras Frederiksberg, Ólavur Mikkelsen – Holgar Durhuus, Brian Jacobsen, Jákup Johansen