HB hevði 20 gyltar minuttir

ÍF helt tørn í Gundadali, inntil tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki

Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson var mest sum arbeiðsleysur í Gundadali í dag

Tað endaði við tí trivaliga sigrinum, sum tað varð roknað við, at HB fór at vinna á heimavølli ímóti undirtippaða ÍF.

 

HB vann 4-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0.

 

Fuglfirðingar vóru væl tilvitaðir um, at leikluturin hjá teimum var at verja, og so at vóna, at tað í onkrum føri fór at eydnast at fara í skjótt mótálop.

 

Undan hesum kappingarárinum vóru tað góð tíðindi í Fuglafirði, at Uros Stojanov nú aftur fór at eiga heimavøll í Fløtugerði.

 

Tá ið hann í síni tíð kom til Føroya og ÍF, var hann sannur málrevur. Síðani hevur tað verið langt millum málini, og í løtuni sær tað ikki út til, at Uros verður fongurin, sum tað í Fuglafirði varð vónað, at hann fór at vera.

 

Uros var ikki á ÍF liðnum í dag og ikki á listanum, og tað var sjálvandi stórur smeitur.

 

HB var nógv meiri á bóltinum enn gestirnir úr Fuglafirði vóru, og tað vóru fleiri nær við og næstan støður. Sum klokkan gekk, ráddi um hjá ÍF at halda tørn, inntil tað var hálvleikt, og so kundu Aleksandar Jovevic og hansara menn skipa seg av nýggjum.

 

Men soleiðis gekk tað ikki. Tríggjar minuttir undan steðginum skavaði Mohamed Samba, sum var framrættaður í høgru, bóltin inn um strikuna, eftir at Áki D. Samuelsen flatt legði bóltin úr vinstru og til handara stólpa.

 

Leikgongdin var tann sama eftir steðgin, og tá eydnaðist tað HB í 10 minuttir at skora trý mál og harvið at staðfesta sigurin. 1-0 málskjúttin Mohamed Samba átti næstsíðsta fótin á, tá ið Hanus Sørensen varð spældur púra leysur og skoraði. Miðvallarin Sammy Skytte skoraði fyri fyrstu ferð fyri HB, tá ið hann eftir horna frá Hanus Sørensen økti til 3-0, og Hanus Sørensen átti eisini uppleggið, tá ið Áki D. Samuelsen staðfesti 4-0 heimasigurin.

 

Sunnudagin fer HB inn á Toftir, og tá fær ÍF vitjan av grannunum í Víkingi.

 

Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson var mest sum arbeiðsleysur í Gundadali í dag