HB hevur funnið málrevin

Útlendski álopsspælarin er væl kendur í føroyskum fótbólti

Hetta eru góð tíðindi í HB leguni, og hetta eru ikki góð tíðindi vesturi í Vágum.

 

HB hevur arbeitt við at finna málskjúttan, sum liðið ikki átti í ár. Í fjør var tað danski Mikkel Dahl, sum í HB álopinum var toppskjútti í føroyskum fótbólti. Hann skoraði 27 mál og setti nýtt met í landskappingini.

 

Nú hevur HB funnið mannin, sum í 2023 er ætlaður at vera fremsti álopsspælarin.

 

Talan er um Mads Borchers. 20 ára gamli danski álopsspælarin var í farna kappingarári í 28 dystum í 07 Vestur álopinum – 25 landskappingardystum og trimum í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í landskappingini skoraði hann 12 av teimum 34 málunum hjá 07 Vestur.

 

Í kappingini um løgmanssteypið skoraði hann trý av teimum 12 málunum hjá 07 Vestur. Tvey av teimum vóru í fyrru hálvfinaluni, tá ið úrslitið millum 07 Vestur og KÍ í Sørvági var 2-2.

 

Síðsta kappingarár endaði HB á triðja plássi í landskappingini. HB skoraði 54 mál, og tveir teir bestu málskjúttarnir vóru Stefan Radosavljevic við 13 málum og Pætur J. Petersen við 10 málum.

 

Tað er ikki kunngjørt enn, men góðar keldur í HB leguni vita at siga, at tað verður heilt skjótt, at tað verður kunngjørt, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Mads Borchers. Áðrenn hann tíðliga í ár flutti til 07 Vestur, har Michael Schjønberg var venjari í 2022 og eisini verður tað í 2023, spældi Mads Borchers við Esbjerg.

 

Nú verður tað undir leiðslu av Dalibor Savic, at Mads Borchers fer at fyrireika seg til nýggja kappingarárið í HB.