HB hevur takið á heimavølli

Tað eru seks ár síðani, at HB tapti altjóða dyst í Gundadali

Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í Europa Conference League dystinum á ovara vølli í Gundadali.

 

Tað er HB, sum hevur vitjan av Newtown, sum spælir í bestu walisisku deildini. Dómarin er úr Litava og eitur Robertas Valikonis.

 

Korona hevur síðstu árini órógvað altjóða luttøkuna hjá føroysku feløgunum, og í fjør gekk tað serliga út yvir HB, sum heldur enn at spæla í kapping á heimavølli noyddist suður til Albania, har tað endaði við 1-0 tapi ímóti meistaraliðnum úr Andorra, áðrenn HB í Conference League vann 4-0 á heimavølli ímóti montonegrska meistaraliðnum Buducnost Podgorica, og  síðani vann HB heimadystin ímóti Maccabi Haifa 1-0. Ísraelska liðið helt fram í kappingini, tí tað undan vitjanini í Føroyum og á heimavølli hevði vunnið 7-2 ímóti HB.

 

Tølini siga, at HB hevur ikki tapt á heimavølli og í altjóða kapping síðani í 2016, tá ið tað endaði við 7. juli ella í dag fyri seks árum síðani endaði við 2-0 heimatapi ímóti FC Levadia. Vikuna frammanundan endaði tað 1-1, tá ið liðini í Europa League hittust í Tallinn í Estlandi.