HB hevur í kvøld lagt seg undir liðina á KÍ. Við 3-0 heimasigri ímóti 07 Vestur hevur HB nú nítjan stig, sum er sama stigatal, sum KÍ hevur. Klaksvíkingar eru framvegis fremstir, tí málmunurin hjá teimum er eitt vet betri, enn hann er hjá KÍ.
NSÍ vann í kvøld 2-0 á Argjum. Harvið hevur NSÍ sekstan stig ella sama stigatal sum B36. NSÍ er á bronsuplássi, tí málmunurin hjá NSÍ er eitt vet betri, enn hann er hjá B36, sum seinnapartin vann 3-2 í Gundadali ímóti KÍ. Hetta var fyrsta tapið hjá klaksvíkingum higartil í ár.
Áttanda umfar
Víkingur – Suðringar 0-0
EB/Streymur – Skála 0-0
HB – 07 Vestur 3-0
1-0: Símun Samuelsen
2-0: Adrian Justinussen
3-0: Adrian Justinussen
B36 – KÍ 3-2
0-1: Boris Dosljak
1-1: Benjamin Heinesen
2-1: Meinhard E. Olsen
3-1: Kaimar Saag
3-2: Dennis Møller-Iversen
AB – NSÍ 0-2
0-1: Árni Frederiksberg
0-2: Pól Jóhannus Justinussen
KÍ | 8 | 6 | 1 | 1 | 15 | 6 | 19 |
HB | 8 | 6 | 1 | 1 | 13 | 6 | 19 |
NSÍ | 8 | 5 | 1 | 2 | 16 | 7 | 16 |
B36 | 8 | 5 | 1 | 2 | 15 | 9 | 16 |
Víkingur | 8 | 4 | 2 | 2 | 12 | 8 | 14 |
EB/Streymur | 8 | 2 | 4 | 2 | 9 | 8 | 10 |
Skála | 8 | 2 | 2 | 4 | 5 | 7 | 8 |
AB | 8 | 1 | 2 | 5 | 5 | 12 | 5 |
Suðroyingar | 8 | 1 | 1 | 6 | 2 | 12 | 4 |
07 Vestur | 8 | 0 | 1 | 7 | 6 | 22 | 1 |
Níggjunda umfar
Sunnudagin sætta mai
KÍ - Víkingur
NSÍ - B36
Skála - 07 Vestur
HB - AB
Suðringar - EB/Streymur