HB-leikari royndi seg í Brøndby

Men royndarvenjingin hjá AB í næstbestu deildini heldur fram.

Heini Vatnsdal, sum í hesum døgum er til royndarvenjing hjá AB í næstbestu donsku deildini, slapp í dag at royna seg í dysti. Men heldur enn at spæla fyri AB, so skuldi Heini royna seg á eykaliðnum hjá Brøndby.


Talan var um ein dyst ímóti FC Nordsjælland í Reserveholdsturneringen. Brøndby vann dystin 2-1 og Heini varð skiftur inn tíðliga í seinna hálvleiki.

 

Les eisini: HB profilur venur í Danmark


Heini Vatnsdal sigur við in.fo í kvøld, at dysturin í Brøndby var komin í lag fyri at venjarin hjá AB skuldi hava møguleika at síggja hann spæla í dysti.

 

- Eg havi vant við AB síðani 6. november og tað gongur bara betri og betri. Fái eg bjóðað ein sáttmála, so taki eg av. Um tað ikki gongur, so royni eg okkurt annað felag, segði Heini Vatnsdal við in.fo í síðstu viku.


Heini roknar við, at hann hoyrir nærri um eina møguliga framtíð í AB ein av komandi døgunum.