Fótbóltur
Tað var ivamál um, hvørt dysturin millum EB/Streym og HB skuldi spælast yvirhøvur. Undan dystinum ivaðist dómarin, Eiler Rasmussen, nevnliga í, hvørt tað yvir høvur var ráðiligt at spæla, men eftir at hava ráðført seg við leikararnar varð ein roynd kortini gjørd.
Anghel á blettinum
Og tað skuldi vísa seg, at hendan royndin eydnaðist, skilt á tann hátt, at liðini bæði megnaðu at fullføra samfullar 90 minuttir. Vindurin órógvaði sjálvandi spælið nakað nógv, og tað var ógvuliga trupult ? fyri ikki at siga ógjørligt ? at fáa nakað veruligt skipað álopsspæl í lag.
Vindurin lág at kalla diagonalt eftir vøllinum, og fyrra hálvleik var tað EB/Streymur, sum hevði hann undan. Tað gav eisini útslag í einum ávísum trýsti oman móti HB málinum, men ógvuliga sigandi fyri vángaligu líkindini, so vóru tað at kalla tilvildarligir bóltar, sum góvu teir størstu møguleikarnar.
Um miðjan fyrra hálvleikin var heilt nær við, tá Egil á Bø sparkaði langt úr verjuni. Bólturin sigdli yvir um vinir og fíggindar, og í kapprenning við Jan Dam sá út til, at Sorin Anghel skuldi gerast púra leysur. Tað var ikki líkt til, at tað var ein tilvitað gerð, tá Jan kom at taka beinini undan rumenska álopsmanninum, men kortini mundu bæði Jan og restin av HB-liðnum draga andan lættari, tá dómarin valdi at tiga, meðan sorin og Jan báðir fóru bóltandi eftir vøllinum. Hevði dómarin floytað, so var uttan iva talan um reytt kort til verjuskiparan hjá HB, og tó at heimamenninir royndu at siga sína hugsan, so gjørdist einki. Undan hesum vóru havnarmenninir eisini ónøgdir um, at Ronnie Samuelsen ikki varð revsaður, tá hann sagaði beinini undan Andrew av Fløtum, men heldur ikki ta ferðina lat dómarin við seg koma, so í so máta mundi støðan vera 1-1.
Tað var tó ein stokkutur lætti hjá gestunum, tí løtu seinni var Anghel aftur upp á spæl. Aftur var talan um eina heldur tilvildarga støðu, tá Gunnuar á Steig sparkaði langt niðan eftir vøllinum. Símun Eliasen helt ivaleyst ikki, at vandi var á ferð, men Sorin smoygdi sær inn um verjuleikaran, og einsamallur við Bárði Johannesen sveik hann ikki, og so var 1-0.
Trýst uttan brodd
Tað sá einki serligt út hjá HB, men tað gekk tó ikki leingi, áðrenn teir høvdu fingið vónina um trý stig aftur. Tór-Ingar Akselsen royndi at bróta ígjøgnum í høgru síðu. Sum so var eingin beinleiðis vandi á ferð, men í nærdyst við Jákup Martin Joensen fór vágamaðurin hjá HB um koll, og dómarin ivaðist ikki. Brotsspark varð dømt, og so kundu vertirnir mótmæla tað, sum teimum lysti.
Í fráveruni av Andrew varð Rógvi Jacobsen settur at skjóta, og tó at Gunnar á Steig fekk vart fyri brotssparkinum, so hevði hann ongan møguleika, tá retururin eisini fall til Rógva, sum bert skuldi skumpa í tóma málið.
Restina av hálvleikinum royndu teir á heimaliðnum at trýsta, men teir fingu ongar veruliga málmøguleikar, og tó at vindurin kanska legði upp til nakrar skotroyndir, so varð hetta vápnið heldur ikki brúkt, og tí hevði HB ikki stórvegis trupulleikar við at verja borg.
Seinna umfarið var tað HB, sum hevði vindin undan, men eins og hjá EB/Streymi, so tóktust teir hava sera ilt við at fáa nakra leikliga yvirvág burtur úr hesum. Ikki tí. Vindurin trýsti spælið oman móti brotsteiginum hjá vertunum, men sjáldan varð talan um nakran tilspældan møguleika. Seinastu minnuttirnar eydnaðist tó at seta eitt veruligt trýst á mótstøðuna. Størsta møguleikan fingu teir tó, tá Gunnar á Steig bíðaði ov leingi eftir einum langum sparki fram eftir vøllinum, men lobbarin hjá Tór-Ingar fór omanfyri málið hjá heimaliðnum.
Styttist í oddinum
At tað annað umfarið í slag miseydnaðist HB at taka øll stigini, er uttan iva ein dyggur smeitur fyri oddaliðið. Tað eru teir nevnliga enn, men nú er av álvara farið at treingjast í oddastríðnum. Júst hesi bæði umførini, sum farin eru, var annars at kalla neyðugt við fullum stigatali, soleiðis at trýstið ikki skuldi gerast ov stórt undan seinastu umførunum.
Nú er støðan tó tann, at tað mest sum líkist eini finalu, hvørja ferð HB fer á vøllin seinastu umførini. Fyrst koma toftamenn á vitjan í einum dysti, sum nærum við vissu sendur annað liðið úr gullstríðnum. Síðani er tað grannauppgerðin móti B36, og hesa ferð stendur nógv meira enn bara slagið um høvuðsstaðin upp á spæl. Og at enda er tað so KÍ, sum kemur á vitjan. Klaksvíkingar eru kanska ikki partur av oddastríðnum, men teir hava havt eitt gott taka á HB í ár, og so vilja teir helst minni enn nakað annað, at HB skal koma ájavnt teimum í dystinum um flestu meistaraheitini.
Hjá EB/Streymi innihalda seinastu dystirnir kanska ikki sama slag av spenningi. Liðið hevur sum so longu rokkið málinum um at stabilisera seg í deildini, og tað væl og virðiliga.
Liðið liggur í løtuni so væl fyri, sum tað ongan tíð hevur gjørt áður, og júst hetta er ivaleyst ein faktorur, sum kann motivera leikararnar til at geva sítt allar besta seinastu trý umførini. Her skal EB/Streymur spæla á útivølli móti GÍ og Skála, meðan teir eiga VB á heimavølli. Á pappírinum dystir, sum liðið hevur góðan møguleika at vinna, og so er spurningurin, hvørt tað fer at eydnast at klintra longur upp á talvuna.
Dsyturin í tølum
EB/Streymur-HB 1-1 (1-1)
1-0: Sorin Anghel, 30
1-1: Rógvi Jacobsen, 34
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Eyðfinnur Joensen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Hallur Jacobsen ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Jákup Martin Joensen ? Sorin Anghel, Magni á Lakjuni
HB: Bárður Johannesen ? Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen ? Hallur Danielsen, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe ? Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum
Dómari: Eiler Rasmussen. Hevði í fyrra hálvleiki nakrar feildómar, men kom sum heild væl frá dystinum. Ikki minst tá vánaligu líkindini og harav óskipaða spælið verður havt í huga.