Tað vóru havnarfeløgini HB og B36, sum fóru avstað við tí mesta í Vági hetta vikuskiftið. Sunnudagin vórðu finalurnar í innandurakappingini spældar, og her vann HB ? við hjálp frá tveimum B36-arum ? hjá monnunum, meðan B36 fór avstað við sigrinum hjá kvinnunum.
Finalan hjá kvinnunum stóð millum B36 I og VB I. Hetta bleiv ein sera spennandi dystur, har VB hevði nógv trýst á, men B36 vann 3-1. Beinta Lisberg vísti, at tað ikki er av tilvild, at hon er vald Ársins Málverji hjá kvinnunum, tí hon tók næstan alt, sum VB-kvinnurnar sendu eftir henni.
Hjá monnunum vann HB I 2-0 á VB IV. Umframt Allan Mørkøre, sum stóð í málinum í finaluni, Hallur Danielsen, Rúna Nolsøe og Jens Erik Rasmussen vóru B36-ararnir John Petersen og Jákup á Borg eisini við á liðnum, og John Petersen skeyt bæði málini í finaluni.
VB tapti sostatt báðar finalurnar, men vágbingar høvdu besta málskjútta, bæði hjá kvinnum og hjá monnum ? Halltóru Joensen og Krzystof Popczynski.
VB var eisini mest skorandi liðið hjá kvinnum ? 17 mál ? meðan HB II varð mest skorandi hjá monnum við 23 málum. VB IV skeyt eisini 23 mál, men eftirsum HB II vann seinasta innanhýsis dystin móti VB IV, varð tað HB, sum fekk steyp fyri at skjóta flest mál.
Mál og atkvøður
Bestu málskjúttar, menn:
Krzystof Popczynski, VB IV (12 mál), John Heri Dam, HB II (8 mál), Eyðun Højgaard, HB II (7 mál).
Bestu málskjúttar, kvinnur:
Halltóra Joensen, VB I (12 mál), Rakul Joensen, B36 I (5 mál), Annika Poulsen, VB III (5 mál), Arnbjørg Danielsen, B36 I (5 mál).
Mest skorandi lið, menn:
HB II (23 mál), VB IV (23 mál), B36 III (20 mál).
Mest skorandi lið, kvinnur:
VB I (17 mál), B36 I (16 mál), VB III (11 mál).
Ársins spælari, menn:
Allan Mørkøre, HB (28 atkv.), John Petersen, B36 (10 atkv.), Kurt Mørkøre, KÍ (8 atkv.), Pól Thorsteinsson, B36 (7 atkv.), John Hansen, KÍ (4 atkv.).
Ársins spælari, kvinnur:
Eyðvør úr Dímun, HB (12 atkv.), Rannvá Andreasen, KÍ (10 atkv.), Lydia Vesturtún, EB (9 atkv.), Eyðfríð Kristiansen, HB (6 atkv.), Sólvá Joensen, B36 (3 atkv.).
Ársins málmaður, menn:
Egin Høgnesen, B36 (24 atkv.), Kaj Leo Johannesen, HB (11 atkv.), Sunvard Joensen, GÍ (6 atkv.), Gunnar á Steig, KÍ (5 atkv.), Anfinn Thomsen, Sumba (3 atkv.), Rolf Christiansen, TB (3 atkv.).
Ársins málmaður, kvinnur:
Beinta Lisberg, B36 (15 atkv.), Marita Reinert, EB (9 atkv.), Vivi Andreasen, KÍ (9 atkv.), Annika Hansen, HB (6 atkv.), Elisabeth Høgnesen, LÍF (5 atkv.).