HB og Kevin fara hvør til sítt

Hjálparvenjarin hjá Betri-monnum seinastu tvey árini, Kevin Schindler, gevst nú í felagnum

Hjálparvenjarin hjá Betri-monnum hjá HB seinastu tvey árini, Kevin Schindler, gevst. Tað boðar HB frá í tíðindaskrivi í dag. Hann hevur ikki neyðugu pappírini og HB sigur, at koronustøðan ger, at hann ikki kann fáa tað í rætt lag í løtuni.

 

Sum skilst, so er HB í samráðingum við danskan venjara, sum møguliga verður settur ein av komandi døgunum.

 

HB.fo skrivar:

 

Kevin kom til felagið í 2020, har hann var hjálparvenjari hjá Jens Berthel Askou. Hesum leiklutinum helt hann fram í undir Jonas Dal Andersen, og eftir at Jonas og HB endaðu samstarvið, tók Kevin yvir sum fyribils høvuðsvenjari, inntil Allan Dybczak tók yvir restina av 2021.

 

Ætlanin var, at Kevin skuldi vera høvuðsvenjari í 2022, men av tí at neyðugu loyvini ikki koma uppá pláss til tíðina, verður hetta av ongum.

 

Vit ivast ikki í dygdunum hjá Kevin, men fyri at vera venjari í Betri Deildini krevst A-venjaraprógv, ella at man er innskrivaður á A-venjaraútbúgving. Málsligar avbjóðingar gera, at Kevin ikki hevur møguleika at taka útbúgvingina í Føroyum. Tí skuldi hann eftir ætlan taka hana umvegis týska fótbóltssambandið, men koronustøðan hevur við sær, at færri luttakarar sleppa inn, og tí er Kevin ikki innskrivaður enn.

 

Arbeiðið við at finna nýggjan høvuðsvenjara er í gongd, og vit vænta at hetta kemur uppá pláss, innan heilt stutta tíð.