HB og Víkingur spældu javnt

Fyrsti dystur í 14. umfari í næstbestu deildini var í Gundadali í gjárkvøldið

Tað endaði 1-1, tá ið teir næstbestu hjá HB í gjárkvøldið høvdu vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi. Hetta var fyrsti dystur í fjúrtanda umfari. Hinir fýra dystirnir verða spældir leygardagin.

 

Eitt korter var farið, tá ið Rói av Fløtum legði heimaliðið framum, og seinna umfarið var fimm minuttir gamalt, tá ið Tonni Thomsen umsetti brotsspark til mál og harvið javnaði til 1-1.

 

Tað endaði javnt í gjárkvøldið, og á støðutalvuni liggja HB og Víkingur lið um lið – á ávikavíst fimta og sætta plássi. Bæði liðini hava 21 stig fyri fjúrtan dystir. Málmunurin hjá HB er +8, og hjá Víkingi er hann +5.

 

Hinir fýra dystirnir verða spældir leygardagin:

ÍF-Giza Hoyvík kl. 13.00

NSÍ-B68: kl. 15.00

B36-KÍ: kl. 15.30

TB/FCS/Royn-AB: kl. 18.00 – á jóansøku