HB er á toppinum, og nú er tað longri frá toppinum og aftur til næsta avbjóðaran.
Í dýrdarveðrinum á Argjum í kvøld vann HB 1-0 ímóti AB.
Málið varð skorað miðskeiðis í seinna hálvleiki, og einasti málskjúttin var Adrian Justinussen, sum nú er toppskjútti við tíggju málum. Uppleggið átti Símun Samuelsen, sum aftur í kvøld var millum teir eyðsýndastu av øllum.
Í AB leguni er stór misnøgd við, at dómarin góðkendi HB málið. Argjamenn hildu, at Adrian Justinussen var rangstaddur.
Úrslitið ber við sær, at HB fyri sjeyndu ferð er á veg av vøllinum, uttan at mótstøðuliðið hevur megnað at skora ímóti Teiti Matras Gestsson.
HB er nú fimm stig frammanfyri KÍ, sum fyrr í dag vann 3-0 á útivølli ímóti Víkingi.
Um eina viku eigur HB heimavøll ímóti 07 Vestur, sum fyrr í dag vann 4-1 á heimavølli ímóti Skála. Hetta var fyrsti sigurin hjá 07 Vestur í ár.
Um eina viku eigur B36 útivøll ímóti KÍ á norðoyastevnu.
B36 er á triðja plássi eftir 3-2 tap á heimavølli ímóti NSÍ.
Víkingur – KÍ 0-3 (0-2)
0-1: Hørður Askham
0-2: Páll A. Klettskarð
0-3: Páll A. Klettskarð
EB/Streymur – Suðringar 2-2 (0-1)
0-1: Salmundur Bech
0-2: Búi Egilsson
1-2: Gestur B. Dam
2-2: Pætur J. Petersen
07 Vestur – Skála 4-1 (1-1)
1-0: Sølvi Egilsson
1-1: Ari Olsen
2-1: Høgni Egilstoft Nielsen br
3-1: Ndende Adama Guéye
4-1: Kyrylo Silich
B36 – NSÍ 2-3 (2-1)
0-1: Petur Knudsen
1-1: sjálvmál
2-1: Lukasz Cieslewicz br
2-2: Petur Knudsen
2-3: Árni Frederiksberg
AB – HB 0-1 (0-0)
0-1: Adrian Justinussen
Støðan eftir tólv umfør
HB | 12 | 10 | 1 | 1 | 22 | 7 | 31 |
KÍ | 12 | 8 | 2 | 2 | 22 | 9 | 26 |
B36 | 12 | 8 | 1 | 3 | 26 | 14 | 25 |
NSÍ | 12 | 7 | 2 | 3 | 24 | 12 | 23 |
Víkingur | 12 | 5 | 2 | 5 | 16 | 16 | 17 |
Skála | 12 | 4 | 2 | 6 | 11 | 17 | 14 |
EB/Streymur | 12 | 2 | 5 | 5 | 13 | 16 | 11 |
Suðringar | 12 | 3 | 2 | 7 | 10 | 18 | 11 |
AB | 12 | 2 | 2 | 8 | 7 | 20 | 8 |
07 Vestur | 12 | 1 | 1 | 10 | 11 | 33 | 4 |
Mikukvøldið vera fyrru hálvfinalurnar í kappingini um løgmanssteypið. Tá hittast HB og AB aftur:
HB – AB
B36 - Suðringar
13. umfar
Sunnudagin 3. juni
KÍ - B36
NSÍ - AB
Skála - EB/Streymur
B36 - NSÍ
Suðringar - Víkingur