Millum ár og dag hava nógvir góðir dystir verið leiktir millum GÍ og HB, bæði í Serpigerði og í Gundadali. Dysturin sunnudagin varð heldur einki undantak uttan so, at tað hesaferð vóru havnarmenninir, sum vóru við yvirlutan.
Gøtumenn
tíðliga skerdir
Tað sást beinanvegin í dystinum, at liðini høvdu stóra virðing fyri hvørjum øðrum. Ferðin var ikki tann øgiliga fyrstu løtuna, og ansingarnar vóru bæði neyvar og tættar.
Gestirnir løgdu heldur bragdligari fyri, og tað mesta av uppspælinum hjá oddaliðnum í fyrra hálvleiki fór gjøgnum vintstru síðu hjá Bjarka Mohr og John Heri Dam, sum hesaferð fekk møguleikan í staðin fyri Hall Danielsen. Tað spurdust tó ógvuliga fáar vandamiklar støður burtur úr hesum.
Tá ið bert seks minuttir vóru leiktir av dystinum, blivu gøtumenn nakað skerdir, tí at sterki veteranurin í verjuni, Símun P. Justinussen, noyddist av vøllinum við skaða. Hetta førdi við sær, at GÍ-venjarin, Johan Nielsen, var noyddur at umskipa liðið hjá sær, soleiðis at danin Søren Skov Jørgensen, ið annars fyri tað mesta hevur leikt í álopinum, spældi restina av dystinum á aftasta plássi. Hetta kom hann væl frá. Miðskeiðis í seinna hálvleiki noyddist ein annar verjuleikari hjá GÍ, Poul Ennigarð, eisini av vøllinum við skaða eftir eina ordiliga mannfólkatakling á miðjum vølli.
Ikki vóru leiktir meira enn 13 minuttir, tá ið gestirnir løgdu seg á odda. Andrew av Fløtum fekk bóltin heilt úti í høgra borði, hann spældi stutt til Allan Mørkøre, og landliðsveteranurin, sum fekk rættiliga nógv pláss, smekkaði til úr 30 metra fjarstøðu umvegis handaru stong og í málið, og so var 1-0 til gestirnar. Eitt sera gott mál.
Tað vóru ikki teir heilt stóru málmøguleikarnir í dystinum, men ein tann størsta fingu gøtumenn beint fyri hálvleik, tá ið Henning Jarnskor bleiv spældur leysur við Kaj Leo í HB-málinum, men skotið hjá Henningi brast í tvørstongina, og so kundi oddaliðið fara til hálvleik við leiðsluni.
Meiri ferð á
í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var tann betri í Gøtu sunnudagin. Ferðin á dystinum vaks munandi eftir hálvleikssteðgin, serliga tí at gøtumenn tóktust at hava fingið nøkur borgarlig orð frá venjaranum í hálvleikinum.
Tá ið ein knappur tími var leiktur av dystinum, fingu gøtumenn eitt uppiborið útjavnandi mál. Eitt GÍ-fríspark heilt frammi í høgra horni bleiv spælt stutt til Paula Jarnskor, og komin nakað inn í brotsteigin hjá havnarmonnum bleiv hann rendur um koll, og dómarin Lassin Isaksen, sum hevði ein av sínum betri døgum, ivaðist ikki og dømdi brotsspark. Hetta setti tann yngsti av Jarnskor-brøðrunum, Henning, ósvikaliga trygt í netið, og so var 1-1.
Eftir útjavnandi málið gekk leikur rættiliga javnt á, men framvegis spurdust ikki teir stóru møguleikarnir burturúr. Ikki fyrr enn 12 minuttir vóru eftir at leika, fingu gøtumenn, ið høvdu teir flestu, ein rættiliga stóran møguleika, tá ið ungi evnaríki Súni Olsen streyk avstað í høgra borði. Hann slapp heilt inn í brotsteigin hjá HB, men skotroyndin hjá Súna fór beint fram við málinum. Eftir hetta mundu tey flestu helst vænta, at dysturin fór at enda 1-1, men so varð ikki.
Bert níggju minuttir vóru eftir at leika, tá ið fríspark verður gjørt móti Súna Fríða Johannesen beint uttan fyri brotsteigin hjá GÍ, stutt frá baklinjuni í vinstru síðu. Rói Árting trillaði frísparkið stutt til Allan Mørkøre, sum langaði til ímóti málinum, og eftir at Sunvard hevði hálvbjargað skotroyndini, eydnaðist tað Johannes Joensen at stinga tánna fram og pota bóltin í málið. Hetta tók fullkomiliga broddin av gøtumonnum, og síðstu minuttirnar gjørdist spælið eisini rættiliga tilvildarligt.
GÍ-ararnir royndu at sparka bóltin fram, meðan HB?arnir fyrst og fremst hugsaðu um sínar verjuskyldur. Hóast hetta, so eydnaðist tað gestunum at fáa enn eitt mál, tá ið farið var út um vanligu leiktíðina. Eftir eitt hornaspark úr høgru síðu hálvbjargaði Sunvard Joensen eini skotroynd frá Halli Danielsen, men Súni Fríði Johannesen, sum annars var rættiliga darvaður av búkilsku, var knappur og sendi ripostin í netið til endaligu støðuna 3-1 til oddaliðið HB.
Kundi farið
báðar vegir
Sigurin hjá HB var kanska eitt sindur heppin, tí at dysturin kundi farið báðar vegir. Gøtumenn høvdu teir størru málmøguleikarnar, meðan HB-ararnir vóru eitt sindur meiri ágrýtnari og høvdu bóltin mest.
HB hevur, eftir úrslitini hetta vikuskifti, styrkt sær um oddasessin, og við sjey stiga leiðslu og bert fimm umførum eftir at leika verða teir truplir at fáa fatur á aftur.