HB stjól sigurin frá NSÍ

NSÍ spældi annars ein fínan og disiplineraðan dyst, men nú kunnu eisini runavíkingar ásanna tað, sum so ofta er ført fram, nevniliga at einki er avgjørt fyrr enn dómarin hevur floytað fyri seinastu ferð.

Christian Høgni Jacobsen legði annars NSÍ á odda, tá eitt gott korter restaði av dystinum, men við málum frá Hendrik Rubbeksen og Andrew av Fløtum vendi HB 0-1 til 2-1. Soleiðis umsetti HB eisini eitt tap til trý stig og tað kemur væl við. Hinvegin hevur NSÍ framvegis sín fyrsta sigur til góðar, hetta hóast liðið nú hevur spælt fýra dystir.

 

HB ? NSÍ 2-1 (0-0)

0-1: Christian Høgni Jacobsen, 73.

1-1: Hendrik Rubbeksen, 90.

2-1: Andrew av Fløtum, 90.

Dómari: Lars Müller