HB vann í Klaksvík

Steypakappingin kvinnur: Feløgini í Gundadali eru saman við NSÍ og 07 Vestur í hálvfinaluni

mynd: HB

Í fjør vunnu KÍ kvinnurnar greipuna. Tær vunnu FM, og tær vunnu steypakappingina. Steypafinaluna vunnu tær 3-0 ímóti NSÍ.

 

Í landskappingini er tað heilt tætt millum fremstu liðini, og í steypakappingini er tað nú greitt, at KÍ verður ikki partur av finaluni.

 

Í kvøld vóru fjórðingsfinalurnar. HB var í Klaksvík, og gestirnir fóru suður aftur við 2-1 sigri. Eitt mál varð skorað í fyrra hálvleiki. Rúna Jacobsen legði HB á odda í 21. minutti.

 

Í fyrsta minutti eftir steðgin svaraði KÍ aftur. Málskjútti var Maria Biskopstø, og Tóra Mohr átti uppleggið. Tað var javnt, inntil tað restaði eitt korter. Tá skoraði Julia Naomi Mortensen sigursmálið hjá HB. Lea Johannesen átti uppleggið.

 

Tølini siga, at KÍ hevði nógvar royndir ímóti HB málinum, men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa bóltin enn einaferð framvið Gunnvá Lützen, og so varð greitt, at tað verður HB, sum heldur fram í kappingini, og at KÍ er varpað úr steypakappingini.

 

NSÍ vann 2-1 í Sarpugerði í Gøtu ímóti Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-1. Longu tá ið fimm minuttir vóru farnir legði Heidi Sevdal gestirnar á odda, men tá ið hálvur tími var farin, svaraði Víkingur aftur. Hanna Isaksen Højgaard skoraði, og Jensa Tórolvsdóttir átti uppleggið.

 

Unn Hvidbro skoraði NSÍ sigursmálið, tá ið tað restaði eitt korter. Eitt lítið korter frammanundan misnýtti NSÍ brotsspark.

 

Undir Mýruhjalla á Skála var tað neyðugt við longdari leiktíð og brotssparkskapping, áðrenn tað var greitt, at B36 við 4-2 sigri hevði vunnið seg í hálvfinaluna.

 

EBS/Skála misnýtti tvey tey fyrstu brotsspørkini. B36 skoraði upp á fýra brotsspørk, og so var tað greitt, at tað var B36, sum hevði spælt seg víðari í hálvfinaluna.

 

Sunnudagin vann 07 Vestur 4-1 á útivølli ímóti AB. Í kvøld hittust somu lið aftur á Argjum, og aftur vann 07 Vestur við trimum málum. Úrslitið var 3-0 til 07 Vestur. Evelin Da Silva Mastropasqua skoraði, tá ið eitt korter var farið og aftur, tá ið tað restaði eitt korter, og tríggjar minuttir undan leikloki staðfesti innskifta Eyðrið Rúnadóttir 3-0 sigurin, sum ber við sær, at 07 Vestur heldur fram í hálvfinaluni.

 

Hálvfinalurnar eru settar at vera sunnudagin 3. oktober og leygardagin 30. oktober.

 

Finalan verður leygardagin 6. november.

 

mynd: HB