Í øðrum umfari tapti HB 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá gav HB venjarin Adolfo Sormani til kennar, at hann var øgiliga misnøgdur við dómaran, og tað bar við sær, at hann í dag ikki verður á HB beinkinum.
Sammett við liðið, sum var á vøllinum í Sarpugerði frá fyrsta bríksli, eru tríggjar broytingar á HB liðnum, sum nú klokkan 15 fer at spæla ímóti ÍF. Heðin Hansen, Leivur F. Guttesen og Bartal Wardum eru ikki millum teir fyrstu ellivu. Heðin Hansen er als ikki á listanum, meðan hinir báðir eru á beinkinum.
Nýggir á HB liðnum eru Sammy Skytte, Jacob Johansson og Samuel Johansen Chukwudi.
ÍF er einasta liðið, sum einki stig hevur vunnið úr tveimum teimum fyrstu umførunum. Málmunurin eftir 6-0 tap í klaksvík og 1-0 tap á heimavølli ímóti 07 Vestur er 0-7.
Sammett við dystin ímóti 07 Vestur eru tvær broytingar á ÍF liðnum. Tóri Nolsøe Olsen og Ruben Møller-Nielsen eru ikki við. Nýggir eru Kasper Sommerstedt, sum eftir stóran hálvan tíma ímóti 07 Vestur avloysti Ruben Møller-Nielsen, er annar av nýggju monnunum, og hin er Petur Meinhard Lundsbjerg.
HB – ÍF: Rani A. Skaalum kl. 15.00