Til aðalfundin hjá HBsum verður í desember, fer nevndin í fótbóltsfelagnum í Havn at skjóta upp at seta á stovn partafelag, sum skal taka sær av rakstrinum av 1. deildarliðnum hjá monnum.
Nevndin hevur ásannað, at virksemið hjá 1. deild, sum við luttøku í steypa- og landskappingini, umframt Europa-Cup og at fleiri spælarar eisini eru við á landsliðnum, er komið um tað støðið, at til ber at krevja av spælarum, at teir skulu nýta nógva tíð til ítrótt - bara av áhuga, og tí vil Havnar Bóltfelag gjøgnum nevnda partafelag gera karmar, so møguleiki er fyri at spælarar kunnu verða parttíðar yrkisleikarar.
Hendan broyting kemur ikki at hava nakra ávirkan á raksturin av Havnar Bóltfelag annars, sum heldur á fram við uppaftur størri styrki enn árini framman undan, nú nevnd og hjálparfólk fáa betur stundir til ungdómsdeild og ungdómsarbeiði annars, sigur Sigrun Mikkelsen, formaður í Havnar Bóltfelag