Føroyingauppgerð var í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá monnum á Frederiksberg í dag.
Liðið hjá Janusi og Jónasi Djurhuus, Leivi Mortensen og Boga Hansen, FIF tók á heimvølli móti liðnum Teis Horn Rasmussen og Peter Krogh, HC Aarhus.
Dysturin endaði við 32-24 sigri til Aarhus. Í steðginum var Aarhus á odda 15-12.
Janus skoraði trý mál og Leivur skoraði eitt mál fyri FIF. Peter Krogh skoraði tvey mál fyri Aarhus.
FIF hevur tvey stig fyri tríggjar dystir. Aarhus hevur fýra stig fyri tríggjar dystir.
Komandi leygardag spælir FIF á útivølli móti liðnum hjá Paula Jacobsen, HØJ. Sunnudagin 29. september hevur Aarhus heimadyst móti Odense.