Heðin Arge mynstrar av

"Og á skránni nú eru 15 tær bestu, Heðin Arge stílar fyri". Hasi orðini munnu flest øll hava hoyrt okkurt leygarkvøldið. Heðin Arge, sum seinastu átta árini, hevur staðið á odda fyri hitt-listasendingini 15 tær bestu hevur valt at mynstra av. Nýggjur vertur er Niels Uni Dam

Er hann nevndur, er hann kendur. Beatbox 328, Náttaravnarnir og 15 tær bestu eru helst tær sendingarnar hann man vera kendast fyri, og so hetta seinasta árið eisini Leið 5, sum hann hevur havt saman við Bjarna Mohr og Rúna Jákupssyni. Tvær tær fyrstu sendingarnar eru farnar í søguna, og nú hevur hitt-listaveteranurin valt at fara niður við flagginum. Heðin Arge er ikki longur vertur í 15 teimum bestu.
? Orsøkin er heilt einfalt hon, at eg tími ikki meira, sigur tann so vælkenda útvarpsrøddin.
? Fyri so vítt havi eg ongantíð rættiliga verið vekk frá hasi sendingini, og eg havi leingi verið troyttur av henni. Tað er komið fyri, at eg havi verið burtur nakrar sendingar, nakrar ferðir, men tá hatta ikki er meira enn freelance, so er tað eitt sindur ov krevjandi.

2 dagar fyrireiking

Heðin sigur, at tað hevur verið hugurin til at gera sendingarnar, ið hevur drivið verkið, men nú hann er farin, er ikki nógv eftir.
? Tveir til tríggir heilir dagar um vikuna fara til at fyrireika ein tíma av tónleiki. Og um ein vil vera seriøsur, og geva lurtarunum eina góða vøru, so krevst, at tú fylgir væl við eisini. Tað vísir seg eisini, at tónleikararbransjan sjálv hevur verið óguvliga áhuga í sendingini, og tí er tað týdningarmikið, at vøran verður so góð sum møguligt, greiðir náttaravnurin frá.
Eisini sigur Heðin, at tey ungu, ið ganga í fólkaskúla fylgja ótrúliga væl við, hvat gongur fyri seg, bæði á tí altjóða og føroyska tónleikamarknaðinum. Tí er kravt av einum slíkum útvarpsverti, at hann ajourførir seg, hvønn dag, og veit, hvat gongur fyri seg á teimum útlendsku hittlistinum.
? Um eg ikki fylgi við, so verða viðmerkingar beinanvegin gjørdar til tað inni á heimasíðuni. Fólk fylgja við, og um eg ikki brúki tónleikin, so eri eg "yt" og verði skeldaður fyri tað. Tá ein er inni á heimasíðuni hjá útvarpinum fyri at atkvøða, so er eisini møguleiki at koma við viðmerkingum, og eru tað nógv, sum brúka hendan møguleikan. Tíbetur er tað mesta rós, men tað er eisini komið fyri, at eg eri vorðin skeldaður.
Sendingin hevur seinastu átta árini koyrt meira ella minni eftir sama leisti. Tó er eitt sindur broytt, tá hugsað verður um atkvøður. Tá 15 tær bestu byrjaðu, vóru seðlar sendir út til framhaldsskúlarnar í landinum, har næmingarnir so sluppu at atkvøða, og síðani sendu seðlarnar aftur til Útvarpið. Tá internetið so veruliga tók dik á seg, var listin lagdur út á heimasíðuni hjá útvarpinum, har hann hevur ligið líka síðani, har ein og hvør, ið hevur atgongd til internetið kann fara inn at atkvøða, líkamikið um viðkomandi situr í Havn ella í Hong Kong.
? Hetta er tann einasta veruliga broytingin, ið er farin fram í sendingini, sigur Heðin.
? Eg havi sjálvur ikki sæð nakra menning við henni, uttan tað, at undirtøkan er nógv vaksin. Spakuligt, men støðugt.

Heldur fram

Sjálvt um Heðin hevur lagt Náttaravnarnar, Leið 5, Beatbox 328 og nú 15 tær bestu, halda bæði hann sjálvur og sendingin fram, so tey ungu verða ikki snýtt fyri hittlistan í Útvarpi Føroya. Nýggi verturin eitur Niels Uni Dam, og er hann eisini eitt kent navn her á klettunum. Hann er tann einaferð so provokerandi fronfigururin í bólkinum MC Hár, sum tó ikki hevur verið so nógv frammi seinastu árini. Við tónleikaportalin, pop.fo sigur Niels Uni:
? Eg eri fylgi væl við í føroyskum tónleiki, og tí fari eg helst, at geva føroyskum sangum møguleika sum eykaløg.
Í fyrstu syftu fer hann at framleiða sendingina eftir somu uppskrift sum Heðin, men Niels Uni hevur eisini hugskot til broytingar, sum møguliga koma einaferð í framtíðini.
15 tær bestu er annars einasti regluligi tónleikahittlistin fyri ung í Føroyum. Heðin sigur, at eina vanliga viku, eru eini 500 fólk inni og atkvøða. Men um okkurt serligt føroyskt lag er á skránni, kann talið skjótt fara uppum tey 1000. Hetta var tó ikki vanligt ? heldur var hetta undantakið.
? Størst stríðið er at fylgja so væl við. Tú mást vera konsentreraður næstan døgnið runt og fylgja við, hvat gongur fyri seg allastaðni í tónleikaheiminum. Tað tími eg ikki longur. Eg havi annað at gera enn bara at sita og lurta eftir tónleiki, sigur Heðin.
Men sjálvt um allar hesar so vælumtóktu sendingar eru lagdar á hyllina fyri Heðinsa viðvíkjandi, so hevur hann tó ikki lagt útvarpsarbeiðið heilt á hyllina. Hann sigur, at hann fer at hava onkra sending í vetur, men hvat tað verður, veit hann ikki rættiliga enn. Men eftir øllum at døma er endin komin á leygarkvøldssendingum við Heðini í Sortudíki.