Heðin Askham nýggjur venjari hjá NSÍ

Tað verður U21 landsliðsvenjarin, Heðin Askham, sum skal standa á odda fyri NSÍ í seinnu hálvu. Tað váttar Eyðstein Skipanes, ítróttarstjóri í NSÍ, fyri portalinum.

 

Heðin Askham boðaði annars frá, at hann ikki fór at verða venjari hjá einum felagi hetta kappingarárið, men núhevur hann tikið avgerð um at stytta steðgin frá fótbólti. Ábraham Løkin stóð fyri seinastu ferð á odda fyri NSÍ á Argjum fríggjadagin. Felagið hevur fyrr løtu síðani kunngjørt fyri spælarunum, at tað verður Heðin Askham, ið verður nýggi venjarin.

 

Sáttmálin hjá Heðini Askham við NSÍ er galdandi fyri restina av kappingarárinum. NSÍ liggur nummar fimm í Effo-deildini, nú tað er summarsteðgur.