Ársins venjari í 1. Deild hjá monnum hjá Venjarafelag Føroya er Heðin Askham. Hann tók við í 07 Vestur, eftir eina misjavna byrjan hjá felagnum. Tað endaði við 14 sigrum í 15 dystum, og eini uppflyting til Betri deildina.
- Hann er ein sera royndur venjari, sum vit kenna frá sera góðu árunum á U21-landsliðinum, og ikki minst B36, EB/Streymi og HB. 07 Vestur venjarin vendi skútuni, tá ið tað ikki sá so gott og fekk liðið til beinleiðis uppflyting í Betri deildina. Heðin var í harðari kapping við Jóhan Petur Poulsen, sum kunnugt tók yvir á Besta liðinum hjá Víkingi fyrr í ár. Jóan Petur hevur annars vunnið hendan heiður tvær ferðir, seinast í 2019, skrivar Venjarafelagið.
Heðin Askham hevur sáttmála fyri komandi kappingarár, og skal sostatt standa á odda fyri 07 Vestur, sum aftur er í bestu deildini í føroyskum fótbólti.