Heðin Brú væl vitjaður

Væl umtókta handrita- og bókaframsýningin á Landsbókasavninum í sambandi við, at Heðin Brú hevði verið 100 ár í summar verður standandi til næsta ár

 

MENTAN

Handrita- og bókaframsýningin í sambandi við, at Heðin Brú hevði verið 100 ár í summar, er framvegis at síggja á Landsbókasavninum. Nógv fólk vitja framsýningina, og nú er gjørt av at, sýningin verður standandi til 1. februar næsta ár.

Í hesum døgum er eisini ein lítil Heðin Brú-framsýning at síggja í ungmannafelagshúsinum Kelduni í Skálavík. Henda framsýningin er opin til og við sunnudagin 25. november. Opið er frá kl. 19-21.

Seinasta sunnudag varð minnisvarði av Heðini Brú avdúkaður í Skálavík. Hann er reistur á Smiðjugrundini í Innaradali. Gjørt bringumyndina hevur listamaðurin, Fritjof Joensen, sum doyði fyri nógvum árum síðani. Í nýggjari tíð er bringumyndin stoypt í bronsu og sett á stein. Hesum arbeiðinum hevur eitt nú Óli Nielsen, gróthøggari, staðið fyri.

Hátíðarhaldið byrjaði við deknagudstænastu. Tá ið minnisvarðin varð avdúkaður, vórðu nógv góð orð søgd. Linjohn Christiansen, borgarstjóri, segði nøkur orð um skaldið, og somuleiðis Eyðun Viderø, løgtingsmaður, sum avdúkaði varðan.

Tað var upprunaliga dóttir Heðin Brú, sum kom við hugskotinum um at reisa ein varða yvir Heðin Brú í heimbygd hansara. Hesum greiddi Bárður Jákupsson frá undir hátíðarhaldinum. Millum nógvur gestirnar í Skálavík sunnudagin, vóru flestu børnini hjá Heðini Brú.