Heðin Hansen skifti í januar frá Víkingi til HB umvegis ein leigusáttmála galdandi fyri komandi kappingarárið, men í kvøld boðar HB frá, at skiftið er vorðið permanent.
23 ára gamli miðvallarin býr í Havn, og var eisini leingi settur í samband við høvuðsstaðarfelagið, har hann nú altso hevur gjørt sáttmála, og ikki longur bara er útleigaður.
Heðin Hansen hevur spælt 104 dystir við Víkingi í Effodeildini, og í teimum hevur hann skotið 14 mál. Roknar ein 1. deild, Europa League og steypakapping við, hevur hann spælt omanfyri 200 dystir.
HB boðar somuleiðis frá á heimasíðu sínari, at sáttmáli er gjørdur við 19 ára gamla Hera H. Mohr, sum eitt tíðarskeið í fjør var útleigaður til TB.