Heðin hevur verið við til flestu oyggjaleikirnar

OYGGJALEIKIR: Fyri fyrstu ferð nakrantíð er Heðin Mortensen á oyggjaleikunum, sum "vanligur" áskoðari

Heðin Mortensen hevur verið trúgvur sum trøllið í oyggjaleikahøpi. 

 

Núverandi borgarstjórin og løgtingsmaðurin hevur verið til allar oyggjaleikirnar síðani 1989, undantikið oyggjaleikirnar, sum vóru í Álandi í 2009. Áður hevur Heðin Mortensen verið við, sum ÍSF-forseti ella sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hetta er fyrstu ferð, at Heðin Mortensen er við til oyggjaleikirnar sum "vanligur" áskoðari.

 

Heðin Mortensen stórfegnast um góðu avrikini hjá føroysku ítróttarfólkunum, og hann hevur gjørt nógv fyri at møta upp og stuðla øllum teimum føroysku íðkarunum í teimum ymisku ítróttargreinunum.

 

Heðin Mortensen er ikki í iva um, at Havnin megnar at verða vertsbýur fyri oyggjaleikunum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eina samrøðu Hilmar Jan Hansen gjørdi við Heðin Mortensen úti í Ishallen, sum er flogbóltshøllin til oyggjaleikirnar í Gotlandi.