Heðin ivast í váðaráðnum

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin tekur undir við endurstovnan av landsbanka, men ivast í váðaráðnum

Fyri aðru ferð hevur Løgtingið 3. viðgerð um at endurstovna Landsbanka Føroya og at seta á stovn eitt váðaráð.

 

Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, segði, at endurstiovnan av landsbankanum ikki smakkar honum serliga væl, men tað stendur í samgonguskjalinum, so hann fer at taka undir við uppskotinum, tí tað hevur hann lovað.

 

Heðin Mortensen segði, at hann kravdi trygd frá løgmanni, at hann sleppur at síggja kunngerðina fyri eitt váðaráð áðrenn hon verður sett í gildi, tí hann stólar ikki uppá tað sum hann hoyrir. Og hann kravdi eisini, at kunngerðin um eitt váðaráð ikki verður sett í gildi fyrr enn í juli 2017.

 

Heðin Mortensen  helt heldur ikki, at skipanin virkar serliga trygg tí eitt váðaráð skal haldda til í landsbankanum, samstundis sum tað skal hava eftirlit við Landsbanka F'øroya