Heðin Joensen 40 ár

Hósdagin 16. juni fyllir Heðin Joensen í Havn 40 ár. Heðin vaks upp Undir Heygnum í Vesturbýnum, og hann er elsti sonur Hergerð og Líggjas Joensen.

Nógv kenna Heðin best sum ítróttarmann. Hann er ein av bestu badmintonleikarum, ið Føroyar nakrantíð hava havt. Fýra ferðir hevur hann verið føroyameistari í einmansleiki og átta ferðir í tvímansleiki, og harumframt vann hann saman við Jákup Midjord bronsu í tvímansleiki, tá ið oyggjaleikir vóru í Føroyum í 1989.

Heðin var í fleiri ár eisini fastur fúsur í verjuni á besta liðnum hjá HB, sum hann gjørdist føroyameistari við í 1988.

Til dagligt er Heðin Joensen stjóri hjá flutningsfelagnum Smyril Blue Water. Hann er skrivstovulærdur á Fiskasøluni og hevur eisini starvast hjá Eimskip. Eitt skifti búði Heðin og familjan í Hirtshals í Danmark, tá ið Heðin arbeiddi á søludeildini hjá Føroya Fiskasølu í Danmark.

Heðin er giftur Bjørg, dóttir Elsu og Birgar Johannesen í Havn, og tey eiga børnini Rannvá, Líggjas og Elsu.