Heðin Kambsdal sjeyti ár

Heðin Kambsdal sjeyti ár

 

Situr tú uppi á loftinum í kirkjurúminum

og treður urguna í ymsum durum –

í sunnan og norðan.

Henda ljósgongda leið bjarta -

 rørir og nørir um hjartað,

har fjallagreinar kring bygdina – vagga í røttum anda

við ljóðsettum, litføgrum spæli ,

íð sæst um røkur danda

í alføgrum ljómi - har hvør tóni er ein fagur, tónsettur hjómi.

 

Heima við hús - í Geilini

dansa penslabørn tíni –

ein litfagran fegins dans,

sum gevur mongum – ans og sans

við litføgrum  spæli -

bæði í sólarrenning og sólsetri

í várligum anda –

á sumri og vetri,

har litstrokini fevna eygnahvarm og barm-

bæði á børnum og vaksnum fólki.

 

Litspælið undan hansara penslabørnum-

setir seg í sinnið .. á morgni kring landið

og úti í víðu verð.

Hesin andi kemur undan skýráki,

sólarrenning, mánalýsi, norðlýsi við blaktrandi ljósi á norðaru leiðum, stjørnudusti

og skyggir og glampar á randvovnum fannarkava, ið liggur á fjallagreinum,

á ymsum teigum og hagapørtum,

sum liva í okkara hjørtum.

 

Hetta er ein sjeyti ára róður,

sum nú syngur ein ljóm -

í Fuglafjarðar sangkóri, kirkjuurguni og undan hansara penslabørnum -

í litbornum mátti.

 

Hjartaliga til lukku við tínum sjeyti ára drátti.

 

 

 

(Myndin, sum er løgd við, er ein av teimum fyrstu málningunum, ið Heðin hevur málað og motivið er tætt við har hann býr í Fuglafirði)