Kviki vongurin hjá klaksvíkingum, Heðin á Lakjuni, var rímuliga vøl nøgdur við úrslitið.
? 2-2 er eitt gott úrslit, men eftir at vit førdu 2-1, er tað eitt sindur harmiligt, at vit ikki halda fast, og tí eri eg ikki meir enn rímuliga væl nøgdur við dystin, segði Heðin á Lakjuni eftir dystin.
Heðin vísti eisini á, at útgangspunktið til seinna dystin er nógv verri nú, enn um KÍ hevði klárað at hildið tørn við 2-1. Kortini trýr Heðin á Lakjuni uppá at koma víðari.
? Tað verður sjálvandi ótrúliga torført at vinna niðrið í Ungarn, men vit eru noyddir at trúgva uppá tað, sigur Heðin.
Heðin á Lakjuni var eisini við seinast KÍ møtti Újpesti afturi í 1997, og tá minnist Heðin, at tað var sera heitt at spæla í Budapest, og hann vónar, at umstøðurnar verða øðrvísi hesaferð.
Ein av áskoðarnum á Svangaskarði var Henrik Larsen, og tá Heðin varð spurdur um hvørjar vónir, hann hevði, um at byrja inni í landsdystinum ímóti Liktinstein, svaraði hann, at hann vónar at fáa møguleikarn frá fyrsta bríklsli, men nú fáa vit at síggja.