Heðin á Lakjuni váttar fyri portalinum, at avtala er gjørd við NSÍ, og fremstu orsøkina sigur hann vera møguleikan at spæla í fremstu røð.
- Tað er sjálvandi eitt sindur tungt at fara úr KÍ. Men eg eri skjótt 32 ára gamal, og tað er helst avmarka, hvussu nógv ár afturat eg megni at spæla í bestu deildini.
- Í so máta síggi eg tað sum eina góða avbjóðing hjá mær at spæla við NSÍ í Vodafone-deildini í 2010, sigur Heðin á Lakjuni.
Við hesum hevur KÍ sagt farvæl við enn ein av stóru profilunum á liðnum, men Heðin vil tó ikki staðfesta, at hetta er tekin um at menn rýma av eini søkkandi skútu.
- Tað haldi eg ikki. Og eg bæði vóni og vænti, at KÍ heilt skjótt er aftur millum tey bestu, sigur Heðin á Lakjuni.