Løgtingsmaðurin Heðin Mortensen er í hesum døgum á aðalfundi hjá Sameindu Tjóða í New York.
Føroyingar hava á hvørjum ári eitt umboð við í donsku sendinevndini á fundinum, og fyrra partin av aðalfundinum verður tað Heðin Mortensen, sum skal umboða føroyingar á ST-høvuðsborgini.
Hetta er 58. aðalfundurin hjá ST, og tá aðalfundurin verður sett, eru røðararnir nakrir av týdningarmestu monnunum í heimssamfelagnum.
Annan og Bush
Týsdagin var Kofi Annan, aðalskrivari í ST, fyrsti maður á røðarapallinum, og hann tosaði millum annað um, at ST var á einum vegamóti.
Amerikanski forsetin, George W. Bush, tosaði eisini fyri teimum umleið 3000 fólkunum, sum vóru savnað.
? Tað var sera áhugavert at lýða á og eygleiða so mætar menn, og sum væntað var nógv tosað um støðuna í Irak, sigur Heðin Mortensen.
Strangt eftirlit
Seinastu árini hevur yvirgangur verið í miðdeplinum, og tí verður ansað væl eftir, at einki hendir teimum, sum eru til ST-aðalfundin
? Trygdin er sum vera man sera strong til ein slíkan ST-aðalfund bæði innan og uttanfyri bygningin. Eftirlitið er strangari enn í nakrari floghavn. Løgreglan er at síggja allastaðni í býnum, sigur Heðin Mortensen.
Føroyski løgtingsmaðurin býr á einum gistingarhúsi á East 34th Street, og av 35. hædd er útsýnið yvir býin óføra gott.
Tað er danska sendistovan í New York, sum samskipar arbeiðið hjá donsku sendinevndini á aðalfundinum.