Heðin Mortensen er ikki ordiligur javnaðarmaður :)

Undir eini grein á heimasíðuni www.facebook.com leggur Eyðgunn Samuelsen Heðin Mortensen undir, ikki at vera ordiligan javnaðarmann. Facebook hevur í øðrum londum verið brúkt til kjak í longri tíð, og nú er hesin táttur eisini komin til Føroyar

At júst hetta kjak, har Eyðgunn Samuelsen sigur sína hugsan, er valt, er eitt sindur tilvildarligt, men áhugavert er tað.

- Hatta er sagt í einum løttum tóna. Mann situr á netinum, og tá virkar alt ikki líka álvarligt. Mann skemtast og prikar hvønn annan, og eg setti eisini ein smiley aftanfyri. Men eg haldi tað er ov galið, at Heðin Mortensen ikki gongur inn fyri útjavning, tí tað er grundhugsanin í javnaðarpolitikki. Men mann skal ansa eftir, at mann ikki tekur tað fyri meira enn tað er, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum undir eini valgrein um kommunala útjavning skrivaði, at Heðin Mortensen ikki er ein ordiligur javnaðarmaður.


Vanligt aðrastaðni

Í øðrum londum hevur tað leingi verið vanligt millum politikarar at kjakast á Facebook. Danski forsetisráðharrin, Anders Fogh Rasmussen, er ein av teimum, ið hevur verið raskur til hetta, og nú sær út til, at hetta eisini er komin til Føroyar.

Hóast hetta ikki er eitt so álvarligt kjak, kann væl hugsast, at tað í framtíðini verður alsamt vanligari, at poltikarar veruliga kjakast á netinum. So kanska verður øll viðgerðin av fíggjarlógini fyri 2012 av gjørt á netinum. Livst so spyrst.