Tórshavnar býráð
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Fyrri partur er hækking av rakstrinum við 7 mió. kr., hetta vísir seg at bera til út frá seinastu upplýsingunum um m.a. skattainntøkur og búskaparútlit. Talan er um hesar konti:
Konto18Bussleiðinkr.3.500.000
-37Stadion-400.000
-39Ymsir studningar
Gluggahyljar, akvariið-400.000
Ferðavinnan -300.000
-63KT-verkætlan-2.000.000
-38Fríðkan av býnum-400.000
kr.7.000.000
-89Skattainntøkur-7.000.000
Viðmerkingar til nakrar av hækkingunum:
Bussleiðin
Í eini roynd at tálma støðugt vaksandi ferðslu¬trýstinum í kommununi og at fáa økt um nýtsluna av Bussleiðini, mælir samgongan býráðnum til, at verandi busskoyring verður ókeypis fyribils í eitt ár sum royndartíð, galdandi frá 1. januar 2007.
Gluggahyljar, akvariið
Í 2006 varð skjøtil settur á verkætlan at fáa kommununi eitt akvarium. Talan var um eitt privat initiativ, sum kommunan valdi at stuðla íverksetanina av. Til Ólavsvøku var akvariið so mikið liðugt, at opið kundi vera fyri almenninginum Ólavsvøkudagarnar, og undirtøkan var sera góð. Mett varð, at okkurt um 2.000-3.000 fólk vitjaðu. Síðan hevur verið arbeitt við at gera akvariið liðugt. Miðað verður nú eftir at kunna taka úrvaldar skúlaflokkar inn í desember, og at hava opið fyri almenninginum í jóladøgunum og frameftir. Ætlanin er at brúka 2007 til at finna fram til eitt fastari støði fyri bæði útreiðslum og inntøkum, so raksturin kann hvíla í sær sjálvum. Mælt verður tí til at lata Gluggahyljum eina eingangsjáttan á 400.000 kr. í stuðli í 2007.
Ferðavinnan
Tórshavnar kommuna hevur sett sær sum mál at orða eina ferðavinnustrategi fyri Tórshavnar kommunu. Arbeiðið er komið væl áleiðis og verður væntandi liðugt til várs. Endamálið er at fáa fleiri ferðandi til Tórshavnar kommunu, og harvið økja um skattainntøkuna hjá kommununi.
Partur av hesum arbeiði er at menna ferðavinnuni í útøkjunum í Tk. Við hesum kann Tk bæði bjóða ferðafólki stórbýartilboð og tilboð, sum eru knýtt at nátturuni og bygdamentanini. Arbeitt verður við verkætlanum, sum bæði skulu føra til ein øktan kapacitet innan ferðavinnuna, samskipa og menna tilboð, samstundis sum dentur verður lagdur á at góðskutryggja tilboðini.
Eitt av endamálunum við arbeiðinum er harafturat at styrkja og fjøltátta tilboðini til ferðafólk í útøkjunum, samstundis sum hetta er ein roynd at gera ferðavinnuna í útøkjunum fíggjarliga burðardygga.
KT-verkætlan
Fyri at Tórshavnar kommuna kann fylgja við í tøkniligu menningini er neyðugt at nýútvega kunningartøkni. Nýútveganin snýr seg grundleggjandi um at betra kunningartøknina í kommuni, so starvsfólk hava tey neyðugu amboðini til at veita borgaranum eina munadygga tænastu.
Henda nýútvegan er neyðug sæð í mun til datavøksturin og talið av brúkarum, sum í løtuni eru umleið 400 í tali. Við nýútveganini fær TK ein munandi effektivari rakstur av tøknini, so sum teldum og prentarum, samstundis sum tænastan hjá kt-deildini gerst munandi betri, og brúkarin skjótari fær svar uppá trupulleikar og fyrispurningar. Nýútveganin skal eisini geva KT-deildini rúm til at kunna og undirvísa starvsfólkunum í teldum, programmum v.m.
Býtið av útreiðslunum 2007.
tkr.
Fyrisiting48.3008%
Tekniskar veitingar103.44918%
Skúla- og mentamál66.41711%
Barnaansing122.25321%
Almanna- og heilsumál33.0006%
Aðrar útreiðslur58.06510%
Íløgur155.00026%
Lánsgjøld3.6991%
Útreiðslur íalt590.183100%
Annar partur er hækking av íløgunum við 50 mió. kr. til íalt 150 mió. kr.
Ætlaði íløgukarmurin fyri 2007 er hesin:
Skúlar, mentan og barnaansing 52.800 tkr.34,1%
Eldrarøkt 4.020 tkr. 2,6%
Vegir 34.580 tkr.22,3%
Vatnveitingar 5.500 tkr. 3,5%
Kloakkir 14.100 tkr. 9,1%
Renovatión 5.500 tkr. 3,5%
Ítróttur og frítíðarvirksemi 29.000 tkr. 18,7%
Kirkjugarðar og fríðkan 3.000 tkr. 1,9%
Heilsumál 1.500 tkr. 3,2%
Íløgur á landi150.000 tkr.
Smábátahavn 5.000 tkr. 3,2%
Íalt155.000 tkr.100,0%
Kommunan tekur sínar skyldur at stimbra og menna virkis-, búsetingar- og trivnaðarmøguleikarnar í kommununi í størsta álvara og metir tað tí umráðandi at gera íløgur í skúlar, eldrarøkt, vegir, kloakkir, vatnveitingar, tyrvingarpláss og ítróttar- og frítíðarvirksemi.
Talan er m.a. um at uppraðfesta tær stóru skúlabyggingarnar, sum hava ligið á láni í alt ov langa tíð. Hetta eru stórar íløgur, sum verða gjørdar yvir eitt lutfallsliga stutt tíðarskeið. Vit hava valt at taka eitt munagott tak, so vit fáa hesar neyðugu útbyggingar framdar, meðan ráð eru til tess.
Hóast eldrarøktin er landsmál, noyðist Tórshavnar kommuna, eins og aðrar kommunur, at taka stig til at byggja ellis- og røktarheim, soleiðis at okkara borgarar kunnu fáa eins góða tænastu á eldraøkinum og borgarar í øðrum kommunum í landinum.
Víðkanin av veganetinum kring landið, nú undirsjóartunnlar eru til bæði Vágar og Norðoyggjar, seta eisini sín dám á ferðsluna í høvuðsstaðarøkinum. Sum liður í at framtíðartryggja veganeti í Tórshavn, er tí farið undir at gera ein ytra ringveg, sum eisini verður høvuðsinnfallsvegur til høvuðsstaðin. Í hesum sambandi er kommunan farin undir eina miðvísa ætlan fyri bæði nýggjar og verandi høvuðsvegir, at binda í nýggja ytra ringvegin. Arbeiðið er byrjað, og neyðugt verður við íløgum í høvuðsveganetið í nøkur ár.
Kommunan hevur verið í støðugum vøkstri í nógv ár, og hetta setir krøv til bæði vatnveiting og kloakkskipanir. Fyri framhaldandi at tryggja borgarum og vinnulívi í kommununi drekkivatn við høgari góðsku, standa stórar verkætlanir til at bøta um vatnveiting og trygdarskipanir í hesum sambandi fyri framman. Kommunan ynskir at leggja enn størri dent á hetta enn tað vanliga loypandi árliga virksemi sum hevur verið higartil, og fer tí at seta munandi upphæddir av til hetta økið á fíggjarætlanini fyri 2007 og frameftir.
Øllum kommunum er álagt at hava eitt fullfíggjað og góðkent kloakknet í 2010. Kommunan byrjaði í 2006 eina miðvísa ætlan at endurnýggja gamlar kloakkir og skipað allar nýggjar kloakkir við tí fyri eyga at hava eina góðkenda skipan í 2010. Í 2007 verða heili 10% av íløgukarminum nýtt til kloakkskipanir, og fyri tíðarskeiðið 2006-2010 verður talan um minst 80 mió. í íløgum í kloakkskipanir.
Ítróttur- og frítíðarvirksemi eru nakrir av hornasteinunum undir trivnaði. Vit hava m.a. valt at gera rennibreytina lidna í 2007 og somuleiðis at gera nakrar smáar fótbóltsvallir. Umframt stóru íløguna í rennibreytina, ynskir kommunan at seta skjøtil á eina langtíðarrættaða árliga avseting av peningi til aðrar stórar íløgur til ítróttar- og frítíðarvirksemi. Her verður hugsað um at fara undir høvuðsumvæling av ítróttar- og samkomuhøllini á Hálsi, at fara undir at gera karmarnar hjá fimleikinum betri, og at gera smáar fótbóltsvallir.
Íløguhækkingin uppá 50 mió. kr. verður fíggja av tøkum peningi, sum er uppspart av rakstraravlopi gjøgnum nøkur ár.
Eru spurningar, vinarliga seti tykkum í samband við okkum.