Heðin Mortensen skjýtur eftir borgarstjóranum

Hon gjørdi ikki nokk, tá ið hon hevði møguleikan, heldur hann – men tað afturvísir borgarstjórin

Tá ið Annika Olsen hevði møguleikan, gjørdi hon ikki nokk fyri at tryggja, at vegurin ímillum Havnina og Hvítanes, har Eysturoyartunnilin, verður gjørdur.

 

Tað heldur Heðin Mortensen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkinum. Hann hevði hug at skjóta eftir Anniku Olsen, borgarstjóra, nú býráðið, enn einaferð, umrøddi vegin ímillum Havnina og Hvítanes.

 

Annika Olsen hevur ført fram, at nú heldur hon, at Løgtingið eigur at broyta lógina fyri Eysturoyartunnilin so at tunnilin eisini skal standa fyri at gera teir nýggju vegirnar til og frá tunlinum. Hon heldur, at annars verða teir aldrin gjørdir, tí fyri henni sær tað mest sum út til, at Løgtingið hevur slept endanum.

 

Í hesum sambandi hava býráðslimir fleiri ferðir lagt Heðin Mortensen og Helenu Dam á Neystabø undir trýst, tí umframt at tey eru býráðslimir, eru tey eisini limir í Løgtinginum – og tey eru enntá limir í samgonguni, so tað skuldi verið lagamanni hjá teimum at ávirka politisku støðuna fyri at fáa pening settan av til vegin.

 

Í 2016 varð annars avtala gjørd ímillum Samferðslumálaráðið og Tórshavnar Býráð um vegin og í sama viðfangi varð eisini avtalað, hvussu stóran part, Landið skuldi gjalda, og, hvussu stóran part, Kommunan skuldi rinda.

 

Men kortini er einki hent, og Løgtingið hevur at kalla ikki sett eina krónu av til vegin. Og skal tað eydnast at hava vegin lidnan, tá ið tunnilin letur upp, er hetta í evstu løtu, at farið verður undir hann.

 

Men nú skeyt Heðin Mortensen aftur. Hann staðfesti, at tá ið Eysturoyartunnilin varð samtyktur, sat Annika Olsen í Landsstýrinum, men tá varð ikki eitt orð sagt um vegin, hóast Tórshavnar Býráð bað um tað tá.

 

Heðin Mortensen sipar til, at tá var eitt gylt høvi at syrgja fyri at taka alla vegagerðina upp í tunnilsverkætlanina fyri at tryggja, at vegirnir vórðu gjørdir. Men tað varð ikki gjørt, tá ið møguleikin var til staðar og sáttmálin um tunnilin skuldi gerast. Og hann heldur, at tað er ein stórur vansi, at vegirnir ikki eru ein partur av sjálvari tunnilsverkætlanini.

 

Hinvegin legði hann eisini dent á, at hetta skal fáast í rættlag. Hann sigur, at eftir avtaluni við Samferðslumálaráðið frá 2016, skulu vegirnir verða lidnir, tá ið tunnilin letur upp. Annars heldur hann, at fyri tað kunnu havnarfólk vera líkaglað, tí tað verða ikki havnarfólk, sum fáa mest brúk fyri vegnum. Tað vera øll tey úr Norðoyggjum Eysturoy úr Vágum og aðrastaðni, sum koma til Havnar, sum fáa trupulleikan.

 

Annika Olsen vardi seg við, at hóast hon sat í landsstýrinum tá, umsat hon ikki samferðslumál, men almannamál, og sostatt hevði hon onga ávirkan á Eysturoyartunnilin. Tað var landsstýrismaðurin í samferðslumálum, sum umsat tunnilin, og sum sostatt hevði avgerðina einsamallur.

 

Hon segði, at hon hevði gjørt vart við trupulleikan ímeðan tíð var, men tað varð ikki lurtað, og nú er alt, sum bendir á, at tað verður ein ruðuleiki av eini aðrari verð, tá ið tunnilin letur upp, tí vegirnir, sum skulu føra alla ferðsluna ímillum Havnina og tunnilsmunnan, eru ikki gjørdir.