Heðin Mortensen takkar fyri seg

– Hetta sær út til at verða mín seinasti býráðsfundur sum borgarstjóri, sigur hann

– Eg fari at takka fyri tað góðu tíðina, vit hava havt saman.

 

Tað segði Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, tá ið býráðsfundurin í kvøld endaði.

 

Eftir at hava verið borgarstjóri í 12 ár, varð hann tikin á bóli beint eftir kommunuvalið, tí hann helt seg hava tryggjað sær fýra ár afturat.

Men so leyp Annika Olsen frá avtaluni um at skipa samgongu við Heðin Mortensen sum borgarstjóra, tí hon tók ístaðin av einum tilboði frá Tjóðveldið og Framsókn um sjálv at verða borgarstjóri, saman við Tjóðveldi og Framsókn.

 

Og tað tykist sum um at Heðin Mortensen so smátt er farin at viðurkenna, at hansara tíð sum borgarstjóri í Havn, er farin.

 

Tá ið býráðsfundurin endaði í kvøld, takkaði hann hinum býráðslimunum fyri gott samstarv, ikki minst teimum, sum ikki verða aftur at síggja í nýgga býráðnum, Sjúrði Olsen, Jógvani Arge, Sigruni Mohr og Elini Lindenskov.

 

Borgarstjórin helt, at tey høvdu fingið rættiliga væl á skaftið hesa tíðina, og nýggja býráðið kemur til búgvið borð, tí kommunan er sera væl fyri.

 

Hann staðfestir, at fíggjarliga er tað ein væl bjálvað kommuna, sum verður latin upp í hendurnar á býráðnum, ið tekur við á nýggjárinum.

 

– Vit hava ikki altíð verið samd, men vit hava øll tað í felag, at vit vilja Tórshavnar Kommunu tað besta, legði hann afturat.

 

– Tit hava gjørt eitt fantastiskt arbeiðið, heilsaði borgarstjóri hinum býráðslimunum, áðrenn hann ynskti teimum og húski teirra, eini gleðilig jól og gott nýggjár, og alt tað besta framyvir.