Bridge
Steypakappinging hjá Føroya Bridgesamband varð leikt um vikuskifti. Átta lið luttóku í kappingini, sum í ár, varð skipað á ein heldur ørvísi hátt. Tey átta liðini vóru býtt sundur í tveir bólkar við fýra liðum í hvørjum.
Bólkur 1
Salamon Johansen, Bogi Simonsen, HH-Bókhald og Eyðun Anthoniussen
Bólkur 2
Heðin Mouritsen, Allan Dal- Christiansen, Jóna Gruntveit og Mortan Rasmussen
Í innleiðandi bólkaspælinum vóru tríggjir dystir á 20 spøl leiktir. Bæði tey ovastu liðini í hvørjum bólki skuldi leika í hálvfinaluni. Nummar eitt í bólki 1, leikti móti nummar tvey í bólki tvey.
Liðini, ið ognaði sær sæti í hálvfinaluni vóru:
Eyðun Anthoniussen ? Robert Langaard
Hans Egil Joensen ? Edmund Joensen
Heðin Mouritsen ? Jóannes Mouritsen
Dánjal Pauli Mohr ? Per Kalsberg
Mortan Rasmussen ? Einar Ellingsgaard
Finn Ougaard ? Høgni Jacobsen
Jens Pauli G. Nolsøe ? Jákup Hjaltalin
Høgni Hansen ? Kaj Alstrup
Liðið hjá Heðin Mouritsen leikti móti Jens Paula G. Nolsøe í tí einu hávlfinaluni, meðan hin hálvfinalan stóð millum liðini hjá Eyðun Anthoniussen og Mortan Rasmussen.
Heðin Mouritsen vann sín dyst sera sannførandi við ikki færri enn 65 imp móti Jens Paula G. Nolsør, meðan hin dysturin var nakað javnari. Eyðun Anthoniussen vann tó trygt við 21 imp á Mortani Rasmussen.
Finalan gjørdist ikki tann mest spennandi. Liðið hjá Heðin Mouritsen setti seg á dystin frá byrjan og hevði eina trygga leiðslu allan dystin ígjøgnum. Úrsliti gjørdist, at Heðin vann við 39 imp.
Eftir kappingina vóru øll samd um, at broytti steypakappingarhátturin er betur enn tann áður nýtti. Fyrireikarinir finguð stórt rós frá luttakarinum fyri tiltakið, ið uttaniva verður endurtikið.
Spælið hesaferð
Liðið hjá Boga Simonsen, ið gjørdist Føroyameistari í ár, hevði eina sera vánaliga kapping. Tað byrjaði longu í tí fyrsta spælinum í kappingini, tá ið Bogi og Símin høvdu eina meldu misskiljing.
SíminJórunBogiJohannis
1kl2kl1)2rúpass
3klpas3hj2)pass
4rúA.p.
1)Veik hond við 5-4 í major
2)Hjartara hald, leitar eftir spar haldi til 3sans
K72
2
KB9
EKB1097
D5
DB105
ED832
D5
Sum ein sær, so eru bæði 3 sans og 5 rút í kortunum. Hvussu høvdu tit melda. Er 4rút eitt pos. meld ella sigur makkarin, at hann ikki hevur nakað spar hald og tríggjar lítlar rútarar. Er 3hjart útgangskrav.