Tað skinklaði leingi, men nú tykist Heðin Askham av álvara at hava fingið skil á vesturi í Vágum.
Í góðveðrinum í kvøld var 07 Vestur í Klaksvík, og gestirnir fóru vestur aftur gjøgnum tveir undirsjóvartunlar og tríggjar aðrar tunlar við trimum stigum í viðførinum.
Hetta var sætta ferðin á rað, at 07 Vestur vann úrtøku. Fimm sigrar og ein javnleikur og nú er 07 Vestur á fjórða plássi. 07 Vestur og HB hava 30 stig, men málmunurin hjá 07 Vestur er betri, enn hann er hjá HB.
Eftir horna setti Predrag Jeremic hol á fimm minuttir undan steðginum og eftir, at tað varð lagt innfyri við horna.
Eitt stórt korter undan leikloki økti miðverjin Dann Fróðason um munin til 2-0. Hetta var fjórða málið hjá miðverjanum.
Meðan tað gongur væl hjá 07 Vestur, sum nú av álvara tevjar uppflyting, so er tað heilt steðgað upp hjá KÍ. Í kvøld fóru klaksvíkingar fyri sjeyndu ferð av vøllinum uttan úrtøku. KÍ er á áttanda plássi við 23 stigum.
Merkisvert var tað í kvøld, at KÍ á heimavølli hevði onga roynd á 07 Vestur málið og tvær royndir, har bólturin fór framvið málinum. 07 Vestur hevði sjey royndir á KÍ málið og fimm royndir, har bólturin fór framvið málinum.