Fyrispurningur
Løgtingsmaðurin, Heðin Zachariasen, er ikki nøgdur við líkindini at hoyra Útvarp Føroya og síggja Sjónvarp Føroya í Norðurstreymoy og Sundalagnum. Tí fer hann á tingi í dag at seta landsstýrismanninum í samskiftismálum nakrar muntligar fyrispurningar um hesi viðurskifti.
Gjald og tænasta
Heðin fer at spyrja, um landsstýrismaðurin hevur nakrar ætlanir um at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Um svar landsstýrismansins verður ja, vil løgtingsmaðurin hava at vita, nær roknast kann við, at henda tænasta verður nøktandi.
Í øðrum lagi ? um svarið hjá landsstýrismanninum verður nei ? vil Heðin hava at vita, um landsstýrismaðurin metir tað vera rætt, at fólk gjalda fyri útvarps-og sjónvarpstól og ikki fáa eina nøktandi tænastu.
Serliga útvarpið
Sum skilst á Heðini Zachariasen, er tað serliga Útvarp Føroya sum hoyrist illa, men líkindini at síggja Sjónvarp Føroya eru heldur ikki nøktandi í økinum.
- Hesi viðurskifti eru ikki nøktandi í einum parti av Norðurstreymoy og í Sundalagnum, sigur løgtingsmaðurin.