Heðin umhugsar tingsess

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sigur seg hava fingið fleiri áheitanir frá javnaðarfólki um at stilla upp til løgtingsvalið, sum verður í seinasta lagi í januar 2008. Sjálvur hevur hann ikki tikið støðu, men hann váttar, at hann hevur hug til tingarbeiði.
Heðin Mortensen stillaði upp til seinasta løgtingsval á sambandslistanum, men kom ikki inn. Hann hevði tó verið tingmaður í dag, um hann hevði fingið sama atkvøðutal á javnaðarlistanum. Sostatt er líkt til, at kappingin verður hørð um tingsessirnar hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymoy

POLITIKKUR



Tingsetan er farin at halla, og eftir ætlan verður síðsti tingfundur í hesi setuni tann 3. mai. Løgmaður hevur boðað frá, at hann hevur sett merki við 19. januar 2008 í álmanakkanum, tí tá ætlar hann, at løgtingsval skal vera.
Sostatt skulu tey lokalu valfeløgini skjótt fara at umhugsa, hvørjar kandidatar tey skulu stilla upp til valið og hvussu tey skulu brynja seg til eitt komandi valstríð.
Í fleiri valdømum hevur longu verið frammi, at ávísar broytingar kunnu væntast næstu ferð, tá veljarin skal seta kross á atkvøðuseðilin. Okkurt valfelag hevur boðað frá, at javnstøða skal verða á teirra lista, meðan tað meira enn so kemur fyri, at tingfólk siga seg umhugsa støðuna.
Sosialurin hevur loddað eitt sindur í tí politiska dýpinum, nú í mesta lagi tríggir ársfjórðingar eru eftir til valið.
Í Suðurstreymoy kann borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen vátta, at fleiri fólk - bæði privatfólk og kreftir í Javnaðarflokkinum – hava heitt á hann um at stilla upp til løgtingsval.
Enn er tó eingin áheitan komin frá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag um at stilla upp, sigur Heðin Mortensen, og sjálvur sigur hann, at hann ikki hevur tikið støðu, um hann møguliga fer at taka av eini tílíkari áheitan.

Ágangur á høvuðsstaðin

- Men Havnin manglar eina góða rødd, tí ágangurin er øgiligur. Forstáilisi er ikki nóg gott.
- Nú ræður um at verja borg, sigur borgarstjórin í Havn, tá talan er um at velja tinglimir næstu ferð.
Heðin Mortensen metir, at tað verður ov tosað nógv um tað negativa heldur enn at byggja upp, og tí heldur hann tað vera neyðugt Havnin og Suðurstreymoy fáa betri kor.
- Tá Havnin hevur tað gott hava bygdirnar tað gott, sigur Heðin Mortensen og leggur dent á, at allir føroyingar eiga høvuðsstaðin.
Tað ljóðar, sum tú hevur hug at stilla upp?
- Ja tað havi eg, sigur Heðin Mortensen.

Tøtt kapping

Men kann tað ikki verða trongligt á lista C í Suðurstreymoy næstu ferð?
- Ja, tað veit eg ikki, tað er møguligt, men hvat er trongligt? Tað ræður um at gera vart við seg, sigur borgarstjórin og leggur dent á, at hetta kemur veljarin at gera av.
Heðin Mortensen stillaði upp til seinasta løgtingsval í 2004 fyri Sambandsflokkin. Tá fekk hann 398 atkvøður, men kom ikki inn á ting, av tí at hetta bert rakk til eitt triðja pláss á Sambandslistanum – hetta eru 18 fleiri enn tær 380 atkvøðurnar, ið John Johannesen fekk, og sum var nóg mikið at tryggja honum annaðplássið á javnaðarlistanum í Suðurstreymoy og harvið ein umdømisvaldan tingsess.
Nú er Heðin Mortensen limur í Javnaðarflokkinum, og tí kann tað gerast spennandi, um Suðurstreymoyar Javnaðarfelag velur at stilla Heðin Mortensen upp hesaferð.
Til valið í 2004 fekk Kristian Magnussen flest javnaðaratkvøður í Suðurstreymoy – hann fekk 412 atkvøður, sum vóru 14 fleiri enn Heðin Mortensen. Síðani komu John Johannesen, ið sum nevnt fekk 380 atkvøður, Helena Dam á Neystabø við 341 atkvøðum, og Katrin Dahl Jacobsen, ið 308 fólk valdu at geva sín kross.




MYNDATEKSTUR

Heðin Mortensen hevur hug at verja høvuðsstaðin á Tingi
- Ágangurin er øgiligur, sigur hann