Tórshavnar kommuna setir fleiri tiltøk í verk fyri at verja drunnhvíta og allan annan fugl í Nólsoy. Heðin Mortensen er verji hjá drunnhvítanum.
ST hevur lýst 2010 at vera serstakt verndarár fyri plantur og djór. Í hesum sambandi sendu Mentamálaráðið og Umhvørvismálaráðið postkort til allar borgarstjórar í Føroyum við eini plantu ella einum dýri úr føroysku náttúruni. Hetta fyri at heita á borgarstjórarnar um at skipa soleiðis fyri í kommununi, at fólk geva náttúruni serligan ans.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, gjørdist í hesum sambandi verji hjá drunnhvíta. Helvtin av heimsstovninum eigur í Føroyum, og tí hava vit serliga skyldu at fara væl um drunnhvíta. Størsta hóttanin móti drunnhvítanum er rotta, sum við tí væl menta samferðslukervinum sera skjótt kann gera um seg, um ikki serlig tiltøk verða sett í verk.
Størsta drunnhvítabølið er í Nólsoy. ST hevur lýst árið í ár sum altjóða ár fyri lívfrøðiligum margfeldi. Hetta er orsøkin til postkortini til borgarstjórarnar. Føroyar tóku longu í 1993 undir við sáttmálanum um lívfrøðiligt margfeldi, hvørs endamál er at steðga afturgongdini í lívfrøðiliga margfeldinum á jørðini. Drunnhvíti er partur av hesum margfeldi í kommununi.
Umhvørvis- og mentamálaráðið heittu á borgarstjóran um at skipa so fyri, at farið verður væl um náttúruna og at tryggja, at øll djóra- og plantusløg verða vard á hóskiligan hátt. Skelti eru nú uppsett í Nólsoy um serlig atlit til farmaflutning og annan flutning til Nólsoyar. Her verður serliga hugsað um rottuna.
(kelda: torshavn.fo)