TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham aftaná 2-1 sigurin hjá EB/Streymi yvir ÍF í Fuglafirði.
Heðin Askham er sera fegin um sigurin í tí, sum hann nevnir ein "seksstigsdystur". Hann er ótrúliga glaður fyri tann góða hugburðin, sum ungu EB/Streyms-spælararnir leggja fyri dagin.
Eisini fegnast hann um, at ein so evnaríkur spælari, sum Niklas Kruse, sum hevur spælt við U19 landsliðnum fekk sítt fyrsta mál í effodeildini í dag.