Heðin heldur fram í HB

AB og HB hava gjørt avtalu um, at leigusáttmálin hjá Heðini Stenberg heldur fram

Av fyrstan tíð varð mett, at Teitur Matras Gestsson fór at blíva klárur aftur til grannauppgerðina í Effo-deildini móti B36 fríggjadagin. Hetta tykist nú ikki verða støðan, tí HB hevur longt leigusáttmálan við Heðin Stenberg í eina viku afturat.

 

Les eisini: Samandráttur HB-B36 3-2

 

Tað var í 2-0 sigrinum á KÍ, at Teitur mátti lata seg útskifta vega skaða. Í hansara stað kom Thomas Kundsen, men mett verður, at hann er ov ungur og óroyndur til at spæla tvær grannauppgerðir móti B36.

 

Les eisini: Samandráttur HB-KÍ 2-0

 

Tí leigaði felagið Heðin Stenberg úr AB. Heðin hevur spælt aðru violin til Hans Jørgensen í AB. Feløgini komu skjótt ásamt um, at Heðin kundi útleigast til HB. Í fyrsta umfari skuldi hann spæla í steypakappingini, men nú er líkt til at Teitur ikki verður klárur til fríggjadagin.

 
Les eisini: Her er nýggi málverjin hjá HB

Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum fríggjakvøldið. Sjálvur dysturin byrjar klokkan 18. Rás2 hevur seinnapartssending frá klokkan 15, sum snýr seg í høvðusheitum um fótbólt. Sjálv upptaktin byrjar eftir tíðindini klokkan 17.