Runnið verður frá sjómansheiminum í Runavík, inn á Lambareiði og út aftur til sjómansheimið. Teinurin er 7,2 km.
Renningin er fyri øll.
Medaljur verða givnar til tríggjar teir bestu rennararnar hjá monnum, kvinnum og børnum.
Aftur í ár er tað Kiosk VÁR í Runavík, sum stuðlar og gevur medaljurnar.
Smurt breyð og góðgæti verður til rennararnar aftaná.
Øll eru vælkomin at luttaka, og luttakararnir skulu møta niðan fyri Runavíkar Sjómansheim hálvan tíma áðrenn renningin byrjar.
Skipað hevur verið fyri hesi motiónsrenning í nøkur ár, og ætlanin er at hetta skal verða eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári. Hini árini hava verið uml. 20-25 luttakarar, men fyrireikararnir vóna at nógv fleiri fara at luttaka hesaferð.
Luttøkugjald fyri vaksin er 20 kr., meðan børn ikki skulu gjalda.