Var á møti hjá Torontorørsluni í ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið. Og tað segði mær lítið.
Tað tóktist, sum mestur dentur varð lagdur á at siga fólki, hvussu stuttligt og skemtiligt tað var at verða vaktur av Heilaga andanum.
Tað var eitt sjáldsamt upplivilsi at koma niðan í ítróttarhøllina til kristiligt møti hetta kvøldið.
Tað fyrsta, sum festi eygað, var eitt stórt søluborð, sum bognaði av bókum. Og fyrsta hugsanin var, um hetta mundi vera ein sølustevna, sum ein var komin til.
Inni í høllini var pallurin fullur av instrumentum, og eitt stórt skilti oman fyri segði, at ríki Harrans er komið nær.
Nú havi eg ongantíð hildið, at tað er so ógvuliga langt burtur, so tað tók eg ikki so tungt.
Framman fyri pallinum var reistur ein stórur skermur, har teldustýrdar myndir vórðu vístar. Ivaleyst sangtekstir, hugsaði eg, og fór at finna mær eitthvørt stað at sita.
Fult hús
Hóast klokkuni vantaði ein hálvan tíma í, at møtið skuldi byrja, var høllin longu meira enn hálvsett. Og fólk streymaðu inn alla tíðina.
Har vóru fólk av øllum møguligum slagi. Ung fólk við børnum. Fólk um miðan aldur, sum ein kendi aftur frá kirkjugongdini sunnumorgun. Fólk, ein veit, vanliga ganga í aðrar samkomur enn tær, sum stóðu sum innbjóðarar til stevnuna. Gamlar konur á høkjum og onkur, sum sat í rullustóli.
Ivaleyst mundu hesi fara at royna at verða lekt á møtinum, var hugsanin.
Ein av amerikansku forbiðarunum kom at heilsa upp á meg. Hann helt seg kenna meg aftur einastaðni frá, men mintist ikki rættiliga hvar. Jú, tað mundi vera frá tíðindafundinum, sum var á Sjómansheiminum fyrr í vikuni.
Tað vantaði eitt korter í tíð, tá møtileiðararnir komu saman við føroyska »liðformanninum«.
Hesin tók í hondina á mær og takkaði fyri ta góðu reklamu, greinarnar í Sosialinum høvdu givið stevnuni.
Tað var hugaligt, segði hann, at koma niðan, nú tað manglaði eitt korter, og høllin var næstan full.
Um eg var við sum blaðmaður? So skuldi eg fáa pláss á fremstu røð.
Tað hevði eg nú ongan hug til, men myndamaðurin fekk gott pláss frammantil.
Og hálvan tíma eftir, at møtið var byrjað, bóru teir framvegis stólar til fólk, sum ikki høvdu fingið pláss.
Men áðrenn høvuðstalarin fekk orðið, varð boðað frá, at nú var ikki loyvt at taka myndir meira.
Svingandi poppur
Tað fyrsta, sum hendi, var at eitt orkestur og eitt kór undirhildu í eini trý korter.
Sungið varð av fullum huga á pallinum, men smáligt var í sjálvari høllini. Helst hava fólk havt trupuleikar við at síggja tekstin, sum stóð á stóra, teldustýrda skerminum.
Somu orðini vórðu tikin upp í saman. Vanliga einar tríggjar ferðir.
Tað skifti frá enskari valstakt yvir í svingandi quickstep. Av hjartans lysti sungu tey ungu fólkini og ávirkaðu gomlu konurnar, sum heilt víst ikki eru vanar við slíkt heima í tí lokala missiónshúsinum. Men tær klappaðu sum harðast kortini, og taktin var ikki so galin hjá øllum.
Lagið tyktist gerast betri og betri, sum frá leið, og at enda var tað bara heilt góður stemningur.
Bønin frammalaga
Tað er rættiliga umráðandi hjá hesum fólkunum, at biðið verður. Og tað er fyri øllum. Eingin ivi er heldur um, at biðið verður av heilum huga og hjarta.
Tveir mans vórðu bidnir um at koma upp á pallin at biða fyri fólki, sum ringt ella skrivað høvdu til møtileiðsluna við ynskjum um, at biðið varð fyri teimum.
Ein kona vildi fegin hava tey at biða fyri soninum. Og onkur var, sum hevði eitthvørt brek, sum tey fegin vildu hava, at biðið varð fyri.
Og amerikanski talarin á møtinum kendi á sær, at tað vóru fólk í høllini, sum høvdu ilt í nakkanum og hálsinum. Nøkur vóru, sum høvdu ilt í ørmum og beinum, kendi hann. Og onkur hevði migrenu.
Hesi fólkini vórðu so boðin fram at pallinum, so biðast kundi fyri, at tey vórðu lekt.
Ein maður, sum undir sanginum hevði sitið støðugt við upprættum ørmum, var fyrstur at reisast og fara fram at biðaraflokkinum, sum stóð til reiðar at taka í móti og veita hjálp við bønini.
Og tað vóru ikki so fá, sum høvdu brek, tí flokkurin framman fyri pallinum vaks støðugt, tá tann fyrsti var farin.
Sum tú ert
Tað tyktist umráðandi hjá leiðarunum at fáa sagt, at fólk skuldu ikki kenna seg kroystan av nøkrum. Alt var so sera sjálvboðið.
Sagt varð, at fólk ivaleyst høvdu hoyrt eitthvørt um hesi møtini, men tað var ikki alt soleiðis. Og fólk máttu ikki lata seg ávirka, um tey ikki vildu sjálv.
Tú kundi reisa teg, tá teir søgdu tað. Um tú vildi sjálvur. Tú kundi lata pening í posarnar, sum bornir vóru runt. Um tú vildi tað sjálvur. Og tú vart sera vælkomin fram at fáa bønartænastu frá forbiðarunum og hjálparfólkum. Um tú vildi tað sjálvur. Einki krav. Men tað varð ámint um hetta í heilum.
Satt at siga kann tað vera ivasamt, um ikki einhvør veik sál júst kendi hesar áheitanirnar, sum komu so títtar, sum eitt krav.
Nú veit eg ikki, hvussu nógv hugsaðu um tað, men tá talarin biður fólk, sum hava djúp sár í sálini um at koma fram at pallinum og fáa forbøn, kennist tað, sum hann er við at fara um eitt mark, hann neyvan sjálvur veit, er til.
Tann, sum gongur við slíkum sárum í sálini, veit tað ofta ikki sjálvur. Hann hevur helst fortrongt tað, sum gav hetta sárið.
Í øðrum lagi er tað ivaleyst nakað váðið, at fara at ríva slíkt upp aftur og so vænta, at tað verður lekt eftir fimm minuttum.
Stuttlig bøn
Talarin bað fólk taka seg saman í smáar bólkar og biða hvør fyri øðrum.
Og so hendi tað, at ein kona fór at flenna. Rættiliga ómotiverað, tyktist mær. Eingin annar av teimum, hon var í bólki við, tók undir. Hon tagnaði eina løtu, Misti líkasum sambandið. Byrjaði so aftur, men tað gjørdist ongantíð til nakað stórvegis.
Fyri tann, sum ikki er vanur við slíkt, sá tað ógvuliga løgið út. Eg ivaðist eina løtu, um hon hoyrdi til eina av samkomunum, sum hava slík møti, ella um hetta var ein, sum var komin av forvitni, og bara flenti býtt at onkrum skemtiligum, síðumaðurin hevði sagt.
Skemtilig tala
Síðan kom ein rættiliga long tala frá amerikumanninum.
Hann vísti á, at tað var gott at hava eina samkomu at koma til, har tað hendi nakað. Tí mangan vóru tær gomlu kirkjurnar og samkomurnar steindeyðar.
Tað hevur hann tíverri alt ov rætt í. Men munur er nú á at vera ein deyð kirkja og ein undirhaldssamkoma, sum, fyri summum at vísa seg, bara koyrir upp á eina ókritiska herligheitsteologi. Har er lætt hjá ungum fólkum, sum leita eftir onkrum spennandi, at koma til. Tí her hendir sanniliga nakað. Men tey mugu bara lata vera við at spyrja. Og ert tú nøgdur við bara at fylgja við uttan at spyrja, so er lagamanni at hava tað stuttligt.
Talarin vildi vita, um fólk vóru glað. Veruliga glað.
Og samkoman rætti armarnar í veðrið og rópti: »Amen!«
Byrjanin av taluni varð um á Heilaga andans. Og væntandi var, at hann fór at halda eina talu, fylta av anda.
Men eg má ærliga viðganga, at eg varð skuffaður. Eg má siga, sum er, at eftir mínum tykki tosaði maðurin nógv, men segði lítið.
Tað mesta gekk út upp á at siga fólki frá, hvussu skemtiligt tað var, tá hann fekk samband við Toronto-rørsluna fyrstu ferð. Hvussu hann sjálvur flenti, og hvussu hann fekk pápa sín býttan í látri, tá teir tosaðu saman í telefon. Og hvussu hundurin hjá pápanum gjørdist óður í høvdinum av hesum.
Eg fann stutt sagt onga fyrnd í hesum, hann tosaði um. Men tað gjørdu ivaleyst onnur, tí tey flentu av og á at tí, hann segði frá.
Ov lætt umgingið
Eg ivist ikki í, at bæði hann, forbiðararnir og øll hini, sum skipaðu fyri, trúgva Guðs orði og meina tað, tey siga. Men her varð stutt sagt, eftir míni metan, gingið ov lætt um.
Tá var ørðvísi at lurta eftir Bøgesvang, ið hevði guðstænastuna, sum varð útvarpað sunnumorgunin. Hann hevði ein boðskap at bera. Og honum líkt, dugdi hann eisini at fáa boðskapin út.
Og sálmurin, »Takk Guð fyri alt, sum hendi«, sum sungin varð í Klaksvík, tók so dyggiliga aftur í Torontomøtið kvøldið fyri. Serliga tá takkað varð...
»...for rósurnar á vegnum,
fyri tornar millum tær..«
Tí hvat varð í grundini av tornunum hjá Torontofólkunum? Halda tey, at ongir tornar eru millum rósurnar?
Tað kundi verið eitthvørt, sum bendir á tað, soleiðis sum møti teirra fór fram. Alt var bara so sera gott.
Men hvussu verður so við hesum fólkunum, um tað nú vísir seg, at okkurt ikki gongur, sum tey hava hugsað sær tað?
Fara tey at minnast Job og vænta, at eins og honum gekk væl at enda, fer eisini teimum sjálvum at ganga? Ella fara kanska onkrar veikar sálir ikki at tola, at ikki gekk, sum tey væntaðu og settu álit á, tá tey góvu seg yvir til rørsluna?
Fara tey stutt sagt at vísa Harranum frá sær, tí hann knappliga ikki er við meira, men heldur, at kalla, ímóti?
Tað kann gerast vandamikið.
Og tey duttu
Tað hevur mangan verið ført fram av teimum, sum ikki eru samd við mátanum, hesar nýmótans rørslurnar bera evangeliið fram uppá, at har henda ymisk ting, sum ikki samsvara skriftunum.
Eitt, sum fleiri hava ført fram móti Torontorørsluni, er, at fólk detta umkoll og verða liggjandi á gólvinum, tá andin kemur yvir tey.
Og tað hendi eisini í ítróttarhøllini á Nabb leygarkvøldið.
Rættiliga ódramatiskt tyktist tað, tá fólk, eftir áheitan, fóru yvir at pallinum og vórðu sett upp við síðuna av hvørjum øðrum eftir síðulinjuni á hondbóltsvøllinum.
Og teir væntaðu ivaleyst stórt mannfall, tí biðið varð um, at fimm tey fremstu stólarøðini vórðu ruddað burtur, so betri pláss gjørdist á gólvinum har frammi.
Men so fór at falla. Fyrst ein. Síðan fleiri, og at enda var ein heilur hópur, sum lá á gólvinum. Ungir menn lógu har. Gamlar konur lógu við frakkum og teppum oman yvir sær. Og biðararnir gingu til og frá og høvdu nógv um at vera.
Tað tyktist, tá komið var higar til, at fleiri av fundarfólkunum høvdu ikki hug at vera við meira.
Gongdin gjørdist alt meir út úr høllini.
Sjálvur stóð eg eina løtu í gongini og eygleiddi hetta, sum fyrifórst framman fyri pallinum. Undir liðini á mær stóð maður, sum hevur sína dagligu gongd í Brøðrasamkomuni. Hann var á veg heim. Men hann helt tó, at hann dugdi ikki at ímynda sær hetta í salinum har heima.
Eftir at hava roynt at lýst hesa rørsluna, so frægt, sum gjørligt, hesa seinastu vikuna, hevði eg nú havt høvið til at vitja eitt av møtum teirra.
Eg fór avstað aftur við eini kenslu av tómleika. Hvat var hetta, eg hevði verið við til? Var hetta veruliga eitt kristiligt møti, ella var hetta reinur og skærur sjónleikur?
Í øllum førum var einki, sum minti meg á orðatøkini um at »sita við andakt« ella at tað var »sum at sita undir lestri«.
Og friðin, sum onkur av leiðarunum hevði tosað um, at tey upplivdu á Toronto- møtunum í Íslandi, kendi eg ongantíð.
Eg sat alla tíðina við eini kenslu av, at talan var um undirhald.
Edvard Joensen