Heildarveitingin stórur partur av inntøkunum

Úrslitið av rakstrarflytingum millum Føroyar og umheimin er eitt avlop á 834 mill. kr. Hetta eru 72 mió. kr. fleiri enn í 2014, ein vøkstur á 5%. Árini 2007 og 2011 vóru sermerkt av óvanliga stórum skaðaendurgjøldum frá útlendskum endurtryggjarum. Yvirhøvur kann sigast at gongdin er rættiliga reglubundin, við tað at rakstrarflytingarnar eru javnt stórar ár um ár, og størsta einstaka veitingin er heildarveitingin úr danska statskassanum.

 

Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari í dag.

 

Inntøkur landsins av rakstrarflytingum hava verið støðugar seinastu árini við eini 800 milliónum, harav góðar 600 milliónir stava frá heildarveitingini.

 

Útreiðslurnar hava verið sera lágar og hava fyrst og fremst verið til sjúklingahotellið í Keypmannahavn.