Heilsan til Sølva Mortensen á 75 ára-degnum

Nú leygardagin fyllir ein kendur heimasands/maður 75, Sølvi Mortensen.
Foreldrini hjá Sølva vóru Betty hjá Mads og Johan úr Hovi. Umframt Sølva áttu tey Jonu og Leif. Leif búsettist í Havn. Beiggarnir hjá Betty vóru Andreas og Pól Nikkels Hentze sum undirritaði kendi og bleiv giftur inn í teirra familju. Eg skal nevna her, at Svenning av Lofti hevur í bókini Tað hendi umborð 1 frágreiðing um tilburð frá Andreasi tá ið teir vóru staddir í ringum veðri vestanúr Mykinesi.
Vit sum yngru eru, kenna Sølva sum ein fryntligan handilsmann úr Eldhúsi. Sølvi giftist við Tórdis sum er dóttir Jógvan og Gretu úr Eldhúsi. Sølvi og Tordis fingu tvey børn og tey búgva í Havn.
Sølvi fór sum so nógvir aðrir dreingir á Sandi til skips. Hann var eitt nú við Oyrasker, Mjóðanes, Elsu og meini við donskum skipi eisini. Seinni fór Sølvi uppá skipara-skúla og sum eg skilji, sigldi hann eisini sum skipari og bestimaður. Mær er fortalt, at Sølvi var sera vælavhildin skipari.
Seinast í 50-árunum fór Sølvi at hjálpa til í Eldhúsi hjá verfaðirnum og bleiv hann ein partur av handilslívinum á Sandi.
Í bestu ungdómsárini mistu systkini mammuna sum einans var um 40 ára aldur vegna sjúku, og tað kom sjálvandi sera dátt við.
Sølvi er virkin innan Heimamissiónina. Hann hevur tikið sær av sunnudagsskúlanum nú í gott 47 ár og hevur annars verið stýrisformaður í Missiónshúsinum á Sandi. Jú, Sølvi man hava sátt nógv gott niður í børnini á Sandi.
Eitt sum eyðkennir Sølva, tá ið hann fer á talarastólin er hansara útstráling, - hettar at kunnu boða gleðiboðskapin  um tað komandi!
Sum skilst verða Sølvi og Tordis í Havn og ynskja vit tykkum, børnum og abbabørnum hjartaliga tillukku við degnum.
t.

+ mynd