Norðdepil:
Dygdargóðar vørur, pakkaðar í smáum eskjum. Eitt slag ella fleiri, um tú ynskir tað. Tænastan er í hásætinum, tí vøran verður koyrd til staðið, har tú ert.
Fiskavirkið Norðfra letur til at hava fingið fótin fyri seg við at selja heilsugóðar fiskavørur á heimamarknaðinum.
? Vit gera hetta, tí vit meta, at hetta er góður fiskur, og tað eru tað verri enn so øll í Føroyum, sum fáa í dag, sigur Ester Eysturskarð, ein av teimum trimum, sum stendur fyri virkinum í bygdini.
Tað byrjaði í smáum við, at Norðfra sendi teldupostar út til nógvar fyritøkur í Føroyum ? serliga í høvuðsstaðnum. Á tann hátt komu fleiri og fleiri á teirra teldupostlista, og bíleggingarnar øktust bara.
Virkið gjørdi eisini nakað við lýsingar, og so við og við tók hetta dyk á seg.
Málið hjá virkinum er, at einaferð í framtíðini fara vørur frá teimum at standa á døgurðaborðum í øllum landinum.
Jólapakki
Í mars mánaði í ár byrjaði Norðfra at selja eskjur við fløkum í. Hetta tóku fólk væl undir við, men í summar vóru tað heilt mong, sum skuldu niður til Danmarkar, ið vendu sær til virkið. Tey hildu, at góð fýra kilo bara av flaki var dekan ov nógv at hava í einari lítlari boks.
Harvið kom hugskotið um ein blandaðan pakka.
? Og so var tað at vit hugsaðu, hví ikki royna tað sum jólapakkar, ið eitt nú fyritøkur kunnu geva teirra starvsfólkum, sigur Ester.
Ein jólapakki frá Norðfra fæst í trimum støddum. Lítil, miðal og lux pakki. Í tí lítla pakkanum fær keyparin 4,2 kg av fiskavørum, og við luxpakkanum fær keyparin 9,1 kg.
Í pakkunum eru toska- og hýsufløk, og raspað flak, kalvi, laksur, hummari, stoktar fiskakøkur og fiskasuppa. Hvussu nógv av hvørjum veldst um støddina av pakkanum. Somuleiðis er hummari ikki í tí minsta pakkanum.
Ester leggur dent á, at styrkin við vøruni hjá Norðfra er, at hon er heilsugóð, og tað verður ongantíð slakað við góðskuni. Prísin heldur hon eisini vera rímuligan.
Ein lítil jólapakki, sum er góð fýra kilo, kostar 343 krónur við MVG. Hinir báðir pakkarnir eru dýrari. Tað er fyri tað fyrsta tí, at hummari er í teimum, men so eisini tí, at har er nógv meira vøra í.
Fiskasuppa
Nú hugskotið við at gera jólapakkar kom fram, var tað so heppið, at ein vøra, sum virkið hevur arbeitt við at ment í eini tvey ár, nú er klárt at koyra á marknaðin. Tað er ein fiskasuppa, sum bert krevur, at tann, ið ger matin, hevur 15 minuttir, nakað av vatni og eina grýtu.
Í eskjuni er ein pakki av serligum kryddaríum, ein pakki av rivnum gularøtum og ráum leyki, ein pakki við sundurskornum eplum og ein pakki við fiskabitum. Hetta alt saman gevur eina frálíka fiskasuppu, sum er løtt at gera og heilsugóð, greiðir Ester Eysturskarð frá.
Norðfra veitir fiskin sjálvt, men hitt sum er í eskjuni keypa tey frá einari útlendskari fyritøku.
? Tað er tí, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan setur so stór krøv, at tað hevði kravt umfatandi umleggingar her á virkinum, um vit skuldu gjørt tað sjálvi. Og fyri at tryggja okkum, at ongir trupulleikar skulu standast av tí, gjørdu vit eina avtalu við eina útlendska fyritøku, greiðir Ester frá.
Koyra út
Nógv fólk keypa frá Norðfra, og tey koyra keyptu vøruna ókeypis út hvønn gerandisdag í Klaksvík og aðrastaðni, har tað er landfast í norðoyggjum.
So koyra tey eisini út 14. hvønn dag til Eysturoy, Norðstreymoy, Havnar og Vágarnar ? umframt at sent eisini verður til Suðuroynna, Sandoynna og hinar útoyggjarnar.
Ester sigur, at fólk keypa heilt nógv frá teimum, og enn hevur hon ikki hoyrt frá ónøgdum fólki.
? Vit leypa heilsøluliðið um til tess at kunna hava ein rímuligan prís, sigur hon.
Virkið hevur ein frystibil, sum koyrir vøruna út. Bilurin steðgar á sjey ymiskum støðum í høvuðsstaðnum, har fólk kunnu avheinta teirra vøru. Tað ber eisini til at fáa vøruna koyrda til dyrnar, men tað kostar 30 krónur eyka.
Øll tann ymiska vøran, sum er í pakkunum kemur ikki bara frá Norðfra. Virkið hevur tætt samstarv við Norðurfisk í Árnafirði, har tey keypa hummara og tað raspaða flakið frá. Alt hitt uttan laksurin kemur frá teimum sjálvum.
? Laksin keypa vit niðri, tí tað fæst ongin skivaður laksur í Føroyum fyri tíðina, sigur Ester og leggur afturat, at tað nærum er tragiskt, at tey mugu keypa laksin úr Danmark.
Øll kunnu keypa vørur frá virkinum í Norðdepli ?annaðhvørt við at ringja til virkið ella umvegis teldupostin. Heimasíðan hjá teimum er at finna á www.nordfra.fo