Við einari útbugving frá Heilsuskúlanum latast nógvar hurðar upp á arbeiðsmarknaðinum. Útbúgvingin sum heilsuhjálpari tekur 15 mánaðir, og her lærir mann um likamliga og sálarliga sjúkrarøkt við endurmenning, heilsufremjan og sjúkufyribyrging sum endamál.
– Sum heilsuhjálpari kann ein arbeiða við fólki, sum krevja røkt ella stuðul. Tað kann vera við eldri fólki á ellisheimi ella í heiminum hjá teimum. Mann kann eisini arbeiða við fólki, ið bera brek av onkrum slagi og skulu hava praktiska hjálp í geradisdegnum, fortelur Jórun Petersen, leiðari á Heilsuskúlanum.
Um mann vil útbúgva seg víðari, ber til at taka útbúgvingina sum heilsurøktari. Hetta er ein yvirbygningur til heilsuhjálparaútbúgvingina, sum tekur 22 mánaðir.
– Her arbeiðir ein við sjúkrarøkt á sjúkrahúsi og innan fyri psykiatriska økið, ella á ellisheimum, heimatænastu og aðrastaðni innan almanna- og heilsuøkið, sigur Jórun Petersen.
Fleiri møguleikar
Í heilsuhjálparaútbúgvingini er møguleiki at byggja sína útbúgving upp, sum tað passar einum best.
Útyvir vanliga longd á heilsuhjálparaútbúgvingini kunnu arbeiðsroyndir á 1 ár geva møguleika at taka stytta útbúgving. Tá verður tú frítikin fyri eina starvsvenjing, og tá eru tað tíðarskeið á 3 mánaðar mitt í útbúgvingini, har tú ikki skalt møta. Eisini ber til at taka útbúgvingina á 11 mánaðir í mun til 15 mánaðir, ið heilsuhjálparaútbúgvingin vanliga varar.
Tað ber eisini til at útbúgva seg víðari frá heilsurøktara til nakrar professiónsbachelorútbúgvingar og aðrar útbúgvingar á øðrum lærustovnum.
Nýggj útbúgving á veg
Komandi heyst er ætlanin at byrja eina nýggja útbúgving, ið er útbúgvingin sum námsfrøðihjálpari. Jórun Petersen greiðir frá.
– Tú arbeiðir við námsfrøðiligum og umsorganarligum uppgávum innan dagstovna- skúla og almannaøkið við mennandi og stimbrandi virksemi. Har fer eisini at vera møguligt at fáa frítøku fyri starvsvenjing, um ein hevur nógvar arbeiðsroyndir, fortelur hon.
Útbúgvingin fer at taka tvey ár, og har verður skift ímillum skúlagongd í Suðuroy og starvsvenjing kring landið.
Leiðarin á Heilsuskúlanum heldur tað hava stóran týdning, at vit í Føroyum kunnu bjóða júst hesar útbúgvingar, sum Heilsuskúlin bjóðar.
– Tað hevur stóran týdning, tí tørvurin er so mikið stórur á hesum fakbólkunum, sigur Jórun Petersen.
– Staðsetingin er eingin trupulleiki
Nakað av kjaki hevur verið um staðsetingina av skúlanum av tí, at skúlin er í Suðuroynni. Men staðsetingin eigur ikki at vera nøkur forðing, men heldur ein fyrimunur, meina tey á Heilsuskúlanum.
Flestu næmingar flyta bert til Suðuroyar ein part av útbúgvingini. Umleið helvtin av útbúgvingunum er starvsvenjing runt alt landið, og tá búgva næmingar ofta heima aftur.
– Suðuroyingar, ið taka útbúgvingina, skulu flyta seg norðureftir at taka partar av starvsvenjingini. Fáir næmingar flyta suður heilar 15 mánaðir ella 22 mánaðir, men eru her bert í skúlaskeiðunum, ið eru 3 mánaðir hvørt. Nøkur ynskja at flyta suður alla tíðina, um tey hava børn. Men tað eru ikki allir næmingar, ið hava børn, sigur Jórun Petersen.
Yvirhøvur eru afturmeldingarnar frá næmingunum á Heilsuskúlanum góðar, leggja tey merki til.
– Tað, sum vit hoyra frá okkara næmingum, er, at tey halda, tað er ein fyrimunur at vera burturi heimanífrá partar av útbúgvingini. Tey fáa betri tíð at gera síni skúlating, og næminga- og lesiumhvørvið verður betri av, at næmingarnir møtast nógv eftir skúlatíð. Tað er sum at fara á háskúla ella líknandi. Samanhaldið og læringin í flokkunum verður øðrvísi, enn tá øll fara heim eftir skúlatið, fortelur Jórun Petersen.
– Nevnast skal eisini, at í Danmark eru nógvir heilsuskúlar, har fáa næmingar løn undir útbúgving, og kortini er støðan tann, at eldraøkini har mangla nógv heilsustarvsfólk. Har meta tey, at tað eru nógvar orsøkir til tað, og ikki staðseting av skúlunum. Støðan í samfelagnum við nógv útbygdum eldraøki og lítlum arbeiðsloysi er uttan iva ein orsøk til, at nógv starvsfólk mangla á økinum, eisini í Føroyum, sigur hon
Fyrimunur at vera burturi heimanífrá
Tá eitt lítið land sum Føroyar bjóðar út útbúgvingar, kann tað hava stóran týdning, at ein flytur seg burtur frá, har ein er ov kendur, hevur Jórun Petersen lagt merki til.
– Útbúgving er at flyta seg. Mentalt, fakliga og sum oftast eisini fysiskt. Tann fysiska flytingin ger møguleikan fyri at menna hini økini enn størri, sigur hon og vísir á eina avbjóðing.
– Tá næmingur skal dømast, um tey "standa" eina útbúgving ella starvsvenjing, kann tað vera ein stór avbjóðing, um man kennir tey starvsfólk, ið ein skal metast av, ov væl. Dømingin kann ávirkast av kennskapi, og hetta kann ávirka dygdina í útbúgvingini, sigur hon.
– Tað verður eisini undirbygt av, at vit hava starvsvenjingarpláss, sum gera vart við, at tað er óheppið, at tey kenna næmingar ov væl, tí tað verður trupult at avbjóða tey og seta ávís krøv. Eisini kann eitt ávíst fakligt ”innalv” blíva í útbúgvingunum. Nýggj vitan kann hava trupult við at sleppa framat, sigur Jórun Petersen.