Tær fimtan vinnurnar, sum allar arbeiða á Tjarnargarði í Havn, vistu als ikki, hvat tær kundu vænta, tá ið tær í vár teknaðu seg til at fara ein túr til Fílabeinsstrondina. Torført var at finna nakað at vita á tilgeingiligum máli á internetinum.
Katrin Jacobsen átók sær at leggja ferðina til rættis, og tær skuldu vera gestir hjá henni og skyldfólkum hennara. Tær skuldu bara syrgja fyri at hava pass og gjalda ferðaseðil og haraftrat fáa sær tær neyðugu vaksinasjónirnar.
Síðst í august fóru tær úr Føroyum og flugu umvegis Keypmannahavn og Brússel til Abidjan.
Á flogvøllinum í Abidjan stóð stór mannamúgva í litríkum klæðum við trummum, rópi og skráli, og føroysku kvinnurnar vóru so innbilskar, at tær hildu, at øll hesi fólkini vóru komin at taka ímóti teimum. Seinni funnu tær út av, at ein ráðharri var við flogfarinum, og tað var honum, fólkini tóku ímóti.
Men har vóru onnur komin at taka ímóti teimum, politiovastin, familja hjá Katrin og tveir lívverjar, sum fylgdu teimum alla tíðina á ferðini.
Ein lítil fittur bussur stóð har til at flyta tær runt í landinum.
Búðu væl
-So at koyra til býin Grandbassam, har vit skuldu búgva. Tað var hugtungt at síggja vesaladómin, kroysur, allastaðni líka skitið, og tey seldu frukt og grønmeti fram við høvuðsvegnum, siga kvinnurnar.
Eitt petti burturfrá búðu fólkini, og tær luktaðu bálini frá kroysum teirra.
Einaferð so steðgari bussurin við eina bungalov, sum var eitt lítið motell. Tað var heitt at koma út, slævið, men til at liva við.
Her skuldu tær búgva.
− Vit búðu væl, tvær og tvær í hvørjum kamari. Alt var líka reint, heitt vatn o.s.v. Har var svimjihylur, men kortini var tað ikki nakað luksus, siga tær.
Tvær konur komu hvønn dag og gjørdu teimum mat og vaskaðu teirra klæðir.
Tær komu eftir, at nógvur kriminalitetur var á leiðini. Lívverjarnir sótu fast við inngongdina, og úr bussinum sóu tær, at húsini hjá teimum fáu ríku vóru umbyrdir av høgum gørðum, við antin píkatráði omaná ella glassplintrum sum ávaring móti at royna at koma inn um garðin.
Fingu frið
Í býnum var alt møguligt at fáa. Summi teirra, sum seldu, vóru eitt sindur ágangandi, men tey vóru blíð og als ikki hóttandi.
Har á leiðini koma eingi hvít fólk sum ferðafólk og leggja pening eftir seg.
Tað slerdi føroysku kvinnurnar, at tær ongantíð hoyrdu barnagrát, og tey vaksnu sóu ikki misnøgd út.
− Tað segði okkum nakað um, at tey hava vant seg við og góðtikið vánaligu umstøðurnar, siga kvinnurnar, sum viðmerkja, at fólkini sóu ikki út til at vera svong. Tó sóu tær børn, sum drukku proteindrykkir, tey høvdu fingið frá onkrum hjálparfelagsskapi.
Móttøka oman á móttøku
Ein longri koyritúrur gekk til býin Yqussoukro, sum er fyrisitingarligur høvuðsstaður, har nógv bygging fer fram. Stásiligir bygningar og hotell beint upp at tí fátæksliga.
Tær hildu seg vera farnar ein privatan túr, men tá ið bussurin steðgaði við eitt stásiligt hotell, vísti tað seg, at móttøka var fyriskipað fyri teimum, og tann lokali guvernørurin skipaði fyri.
Soleiðis var í fleiri støðum, har tær vitjaðu. Móttøka var fyri teimum, og tær fingu gávur.
Tær vitjaðu eisini fyrrverandi forsetaborgina, sum var eitt sera stórt hús. Tætt við borgina svumu krokudillur, sum vórðu fóðraðar við livandi hønum. Føroysku kvinnurnar vamlaðust. Onkur segði teimum, at krokodillurnar vóru ein leivd frá gamlari tíð. Fangar, sum ikki aktaðu, vórðu tveittir út fyri krokodillurnar.
Krígsøki
Bussferðin gekk víðari norður gjøgnum landið, og tær komu gjøgnum eitt øki, har borgarakríggið fyri einum ári síðan hevði verið serliga hart. Tann teinin dámdi teimum einki at koyra. Hermenn við maskinbyrsum stóðu fram við vegnum, tað var bølamyrt, og bussurin noyddist fleiri ferðir at steðga, tí pelar við seymum lógu út á vegin. Lívverjar teirra noyddust í heilum út at mekla.
Tær vitjaði eina muslinska familju, og tey vóru ótrúliga blíð fólk og góvu teimum gávur. Men tá ið sagt varð, at tær vóru danir, mótmæltu tær og søgdu, at tær vóru úr Føroyum. Tað var ikki minst orsakað av Muhameds-tekningunum, at tær avnoktaðu seg sum danir.
Neyðars børn
Tað gjørdi føroysku kvinnunum ilt at síggja nógv børn við sárum á beinunum og nógv børn við nalvabrokki. Tær fingu at vita, at har vóru ómetaliga nógv foreldraleys børn orsakað av krígnum, ella foreldrini vóru deyð av AIDS. Insest var ógvuliga útbreitt, og barnadeyðiligheitin ovurhonds stór.
Tær møttu einum manni við eini barnakistu á økslini.
Tær sluppu at vitja eitt sjúkrahús, sum meira var eitt lasarett. Sjúklingarnir vóru fáir, tí tað kostaði so nógv at koma inn á sjúkrahúsið. So illa stóð til á sjúkrahúsinum, at tómu sengurnar stóðu úti í túninum, og sjúkrahúsið hevði ikki ráð til at keypa madrassur.
− Har vóru bara tveir sjúklingar. Annar hevði malaria, og hinum bagdi alt møguligt. Vit fingu at vita, at skuldu sjúklingar flytast við sjúkrabili, noyddust sjúklingarnir sjálvir at gjalda bensinið, og tí var sjúkrabilurin sjáldan brúktur.
Tó var ókeypis viðgerð fyri fólk við HIV.
Kvinnur hjálpa
Føroysku kvinnurnar fingu høvi at hitta ein kvinnufelagsskap, ONG, sum roynir at hjálpa børnunum.
Føroysku kvinnurnar vóru so rørdar av arbeiðinum hjá kvinnufelagsskapinum, at tær stuðlaðu teimum við peningi.
− Vitjanin har gjørdi stórt inntrykk, og fleiri okkara grótu. Eg hugsi um hasi børnini hvønn dag, sigur ein av kvinnunum á Tjarnargarði.
Tað var fyri tær í so stórt umskifti at síggja alt tað ússaliga, og so løtu eftir at verða bodnar til móttøku.
Eingi djór
Tað slerdi kvinnurnar, at tær ongastaðni sóu nøkur djór. Eingi djór at síggja annað enn meyrur, onkur rak geit og so krokodillurnar við borgirnar. Tær fingu at vitað, at kríggið hevði gjørt av við øll djórini.
Skipað var fyri, at tær skuldu heilsa upp á fíggjarliga umsitingarleiðaran í landinum, og aftur fingu tær gávur.
Tær høvdu tað eisini stuttligt á ferðini, og tað var ein stór uppliving at sleppa á muslimska marknaðin, har alskyns vørur vóru at fáa. Marknaðurin var í einum stórum húsi, og á niðastu hædd seldu tey hønur.
Har sluppu tær ikki at keypa nakað. Tær fóru í gásagongd gjøgnum marknaðin við einum lívverja fremst og einum aftast í røðini.
Tær koydu aftur til gistingarstaðið har suðuri, og ein dag fóru tær so við bussinum til Gana at vitja beiggja Katrin. Ryggsekkirnar pakkaðu tær til at vera í Gana í tríggjar dagar. Har búðu tær á einum stórslignum hotelli., sum beiggi Katrin átti.
Upplivdu nógv
Á veg til Gana høvdu tær nakrar góðar dagar. Har vóru fleiri vøkur hús, og tær vóru til messu í eini kirkju. Har varð biðið, tí tvær av føroysku kvinnunum høvdu júst mist ein av sínum næstu, tá ið tær vóru har. Presturin bjóði teimum so ein góðan døgurða.
Tær vóru eisini og sigldu á ánni við einum lítlum báti, og so aftur til móttøku.
Áðrenn tær komu til Gana, vitjaðu tær eitt sjúkrahús, og har vóru bæði starvsfólk og sjúklingar. Munurin á hesum og øðrum sjúkrahúsum var, at hetta sjúrahúsið fær stuðul frá UNICEF. Her var ein skyldmaður Katrin høvuðsmaður.
Minni frá trælatíðini
Ein dag fóru tær til Cape Coast og vitjaðu Cape Coast Castle. Tað var haðani, at trælirnir í sínari tíð vórðu avskipaðir. Tær sóu húsið, trælirnir vóru í, meðan bíðað varð eftir farti. Eisini er varðveitt myrka rúmið, sum trælirnir vórðu koyrdir í, um teir ikki aktaðu. Á Fílabeinsstrondini sóu tær eingi ferðafólk, men her vóru fleiri. Cape Coast Castle er eitt stað, sum nógv ferðafólk vitja. The Door of no Return stóð oman fyri inngongdina. Fyrr í ár vitjaði Barak Obama har, og tað var viðmerkt á húsinum.
Uttan fyri stóð ein svartur maður og greiddi frá.
− Er tað løgið, at nógvir afrikanar eru beiskir, tá hugsað verður um, hvat hvíti maðurin hevur gjørt ímóti teimum?
− Tær vitjaðu í eini náttúrupark. Har vóru heldur ikki nøkur djór, men tær, sum tordu, kundu fara upp á eina heingibrúgv og skoða út yvir tað vakra landslagið.
Frálík ferð
Mótsetningarnir vóru nógvir. Nógvastaðni búðu tey í kroysum, og bilarnir vóru gamlir, men fartelefon høvdu øll.
Tað tekur tíð hjá kvinnunum at svølgja allar upplivingarnar.
− Vit vóru greiðar yvir, at tað fór at vera ein mentanarskelkur, og strævið var at síggja so nógva neyð og so nógvan vesaladóm. Men vit eru fegnar um, at vit gjørdu ferðina, sum heilt vist hevur styrkt sosiala medvitið, siga tær.
− Hetta var ein sera gjøgnumførdur og væl tilrættislagdur túrur frá byrjan til enda. Katrin legði túrin til rættis saman við skyldfólum sínum. Katrin hevði størstu æruna av, at vit fingu so nógv burturúr. Ein fantastisur túrur í allar mátar, siga tær.